ES borgarar, ið ferðast til Føroya, fara eftir 1. februar í ár ótarnaðir at kunna taka síni húsdjór við inn í landið, um teimum lystir. Føroyingar, ið ferðast til ES lond, kunnu eisini ótarnaðir taka ein fittan hund ella eina slangu heimaftur við sær. Einasta treyt er, at djórið fær eina sonevnda veterinærattest, ella djóralæknagóðkenning, í tí landinum, tað verður útflutt frá. Ikki er neyðugt at søkja um loyvi.
Hetta er ein av avleiðingunum av avtaluni við ES um heilsufrøðilig viðurskifti, sum fyrst og fremst er ætlað at geva føroysku fiskivinnuni betri sømdir.
Men í Føroyum er fiskivinnan tann einasti parturin av umfatandi økinum »heilsufrøðilig viðurskifti« ið fær fyrimun av avtaluni í fyrsta umfari. Fyri ES londini merkir avtalan hinvegin, at øll djór og djóraúrdráttir so sum kjøt, egg, fiskavørur og líknandi kunnu innflytast frítt til Føroya. Fyri Føroyar merkir avtalan í fyrsta umfari bert, at fiskur og fiskaúrdráttir kunnu flytast frítt úr Føroyum til ES lond.
Við frítt verður sipað til at vørurnar sleppa undan innflutningseftirliti.
Bøndur stúra fyri sjúkum
Millum tey, sum ikki eru so fegin um hesar hjávirkningarnar av at føroyska fiskivinnan hevur fingð betri livikor á ES marknaðinum, eru bøndurnir, ið stúra fyri at sjúkur, sum ikki enn finnast í Føroyum, fara at koma til landið við innfluttu djórunum.
Eftir galdandi lóg, sum er frá 1908, er altumfatandi forboð ímóti innflutningi av djórum til landið. Skulu djór flytast til landið, skal landsdjóralæknin veita undantaksloyvi fyri hesum. Harafturat skal djórið kannast og setast í karantentu, tá tað kemur til landið
Men tá Bjørn Harlou tók við landsdjórlæknaembætinum í 1995, linkaði hann mannagongdini munandi, og síðan tá hava so at siga øll, ið søkt hava, fingið undantaksloyvi at innflyta djór.
Hetta kemst sambært Bjørn Harlou, landsdjóralækna, av, at lógin ikki longur er ótíðarhóskandi og at tað tíð stríðir beinleiðis ímóti samtyktunum hjá heimshandilsfelagsskapinum WTO fullkomuliga at bannað øllum innflutningi av djórum.
Sambært landsdjóralæknanum er tað tí ikki talan um stórt annað enn eina tillagan av lógini til galdandi mannagongd, tá tað 1. februar verður frítt at flyta deyð og livandi djór úr ES londum til Føroya uttan innflutningseftirlit.
? Nógv djór eru innflutt til Føroya farnu æárini, og tað sær ikki út til at hava gjørt tann stóra skaðan. Mær vitandi er ein nýggj hundasjúka staðfest í Føroyum, sum helst er komin til landið við onkrum innfluttum djóri, men talan er um eina óskaðiliga sjúku, sum er løtt at viðgera, sigur Bjørn Harlou, sum tí ikki heldur at óttin fyri sjúkum eigur at vera so stórur.
Farnu fimm árini eru millum annað fleiri enn 100 hundar, einar 50 kettur og 50-60 hestar innfluttir til Føroya. Hesi djórini hava øll fingið undantaksloyvi frá landsdjórlæknanum, og eru kannaði og sett í karantenu, tá tey eru komin til landið.
? Tá avtalan við ES um heilsufrøðilig viðurskifti kemur í gildi 1. februar, sleppa fólk undan at søkja um undantaksloyvi, og tá verða djórini kannað í tí landinum, har tey verða útflutt frá. Landsdjóralæknin skal tó framvegis hava fráboðan um hvørt einasta djór, sum kemur inn í landið, sigur Bjørn Harlou.
Føroysk djór sleppa ongan veg
Men hóast tað í roynd og veru fer at bera ES borgarum til at taka kettur sínar við á summarferiu í Føroyum eftir 1. februar, so fer tað framvegis at vera eins strilti at flyta føroysk djór til ES lond, og tað altíð hevur verið.
Fyri at hetta skal broytast, skal avtalan við ES útbyggjast, og tað er sum skilst einki til hindurs fyri annað enn, at eitt meira umfatandi eftirlitsverk skal byggjast upp her á landi og síðan góðkennast av ES.
? Tá tað hendir fer tað millum annað at bera hestaeigarum til at taka hestar sínar til kappingar uttanlands og tá verður tað sum heild eins lætt at flyta djór úr Føroyum til ES lond og tað verður at flyta tey úr ES londum til Føroya um ein lítlan mánað, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni, sum tó ikki torir at gera gitingar um, nær umstøðurnar vera til hetta.










