Modernaða barnið
Børn í dag hava nógv at gera. Eftir skúlatíð eru flestu foreldur til arbeiðis, so fyri ein stóran part gera børnini sjálvi av, hvat tey gera.
Ofta siga vit, at tíðirnar eru nógv broyttar. Broytingina síggja vit serliga við tøknini. Hvør eigur hvat, er kanska ikki so avgerandi, tó eru hesi ting næstan sjálvsøgd í hvørjum heimi - fartelefon, telda, iPod, Play Station, Nintendo og so framvegis og so framvegis. Listin er langur. “Heimurin” og alskyns undirhald er óivað vorðin verandi gestur. Fyri børn og ung er tøknin ikki fremmand. Hetta er ein náttúrligur partur av barnalívinum - nógv náttúrligari hjá børnum, enn vaksnum.
Saman við tøkniligu broytingunum, eru aðrar almennar samfelagsbroytingar eisini stórar. Hetta er, á mangan hátt, ein spennandi broyting. Nýggja tíðin setur tó stór krøv til tey vaksnu.
Hvar skal markið setast?
Bara nøkur dømi. Børn, sum als ikki hava aldur, vilja vera vinir við meg á Facebook. Kømur eru vorðin stovur við bæði sjónvarpi og teldu, og børnini sita sjálvi og gera av, hvat tey síggja og lesa óvard - uttan stórvegis filtur. Og um vit sleppa tøknini. Eg fór gongutúr kl. 01:00 eina náttina. Á sleðu møti eg børnum, sum áttu at havt sovið í einar tríggjar ella fýra tímar. Avvarðandi vilja vera við, at børnini eta ov ósunt. Møti børnum á prutli, sum ikki hava aldur. Kundi nevnt so mangt.
Í sjálvum sær er hetta kanska eingin trupulleiki. Hetta er ein náttúrlig avleiðing av at búgva í einum góðum vælferðarsamfelagi. Tó sæst trupulleikin, tá ið børnini taka lívið í egnar hendur. Havi hug at spyrja, hvat tey vaksnu halda.
Børn skulu vera børn
Um vit hyggja at søguni, hevur barnið ikki altíð fingið tað pláss, tað eigur. Vandin við gamla mynstrinum var, at børn ikki høvdu ávirkan á egnan gerandisdag ella sluppu ikki til orðanna. Astrid Lindgren var ein av rithøvundunum, sum gjørdi vart við, at børn skulu vera vird sum heil menniskju, og eiga eitt sjálvsagt virðiligt pláss millum tey vaksnu.
Eitt virðiligt pláss fyri børnini er, har tey vaksnu seta mørkini og barnið spælir frítt. Tey vaksnu læra børnini at gerast vaksin.
Tó er onki nýtt
Sjálvt um vit siga, at tíðirnar eru nógv broyttar, vilja onnur vera við, at einki er nýtt undir sólini. Fyri 100 árum síðani sat Trevena Jackson inni í stovuni hjá Fanny Crosby. Í samrøðu segði Fanny, hvussu stóran týdning heimini hava fyri samfelagið. Sjálvt um tað eru meira enn 100 ár síðani, er tað viðkomandi í dag.
“Seinastu 80 árini havi eg fylgt gongdini í amerikansku heimunum... men tíðarrákið ger meg rædda fyri, at familjan fer at doyggja út. Vøkur hús, dýrir møblar og bøkur eru ikki nóg mikið at byggja eitt heim. Tað eigur at vera ein felagsskapur... jú betur heim okkara eru, jú betri er samfelagið.”
Familjan
Tað er sera áhugavert, at týdningurin av samveru ikki broytist. Familjan og familjumynstur hava seinastu árini verið fyri stórari broyting. Almenna kjakið hevur varpað ljós á hetta, kanska serliga tá ið hugsað verður um javnrættindi og foreldur, sum arbeiða úti. Um familjumynstrið broytist ella verður skipað øðrvísi, broytist tørvurin hjá børnum tó ikki. Tey vaksnu eiga m.a. at gera av frítíð, teldutíð, sjónvarpstíð, máltíð og songartíð.
Hvat er best fyri barnið, vita tey vaksnu helst. Orka og dirvi skal til at vísa tað í verki.
Vøkur hús, dýrir møblar og bøkur - saman við framkomnu tøknini - eru ikki nóg mikið at byggja eitt heim. Jú betur heim okkara eru, jú betri er samfelagið.