Frítíðin í Tórshavnar Kommunu

Frítíðin er týdningarmikil partur av tilveruni hjá borgarunum. Stórur dentur verður lagdur á einum breiðum frítíðarútboði bæði til ung og eldri, motionistum og elitan.

Uni Danielsen

Valevni Fólkafloksins til Tórshavnar býráð



Í morgunsendingini í útvarpinum herfyri, hevði útvarpi eitt tema sum kallaðist vælvera. M.a. bleiv av serfrøðingum nevnt hvussu um-ráðandi tað er, at fólk røra seg og íðka ítrótt nakrar ferðir um vikuna. Kommunan er við til at stuðla hesum við at skapa karmar til mong frítíðartilboð. Umráðandi er at tað í kommununi eru mong og og fjøllbroytt frítíðarítriv til ung og eldri. Ítróttarfeløgini, frí-tíðarfeløgini og leiðarar teirra gera eitt megnararbeiði, ta verið seg fótbóltur, hondbóltur, svimjing, fimleik, badminton, skótafelagsskapirnir, rossafeløgini, hundafeløg o.s.fr. Her skal einans vera nortið við einum lítlum parti av tí megnararbeiðið sum gjørt berður.


Hallir í Hoyvík og Kollafirði

Havi í øðrum samanhangi gjørt vart við hvussu umráðandi tað er, at tað verður skapt eitt livandi umhvørvið í býlingunum. Tí er tað gleðiligt at kommunan gjørdi av at byggja eina høll í Hoyvík og eina í Kollafirði. Hesar báðar hallirnar vilja fyrst og fremst verða av alstórum týdningi fyri skúlabørnini sumganga í skúlunum báðum í Hoyvík og Kollafirði. Harnæst fara hesar hallir at hava alstóran týdning ítróttarliga og vera tær uttan iva við til at savna fólk í hesum býlingunum til mangar dystir.


OL í Sydney

Tað skal eisini vera pláss til elituna, sum vil ofra stóran part av síni frítíð og ein part av náttina, og við teim avrikum tey gera eru tey við til at seta Føroyar á verðinskortið, og gera hesar oyggjar kendar víða um. Hetta var tað bragdið sum sum ÍSB svimjarnir og venjarar teirra gjørdu á olympiaduni í Sydney herfyri. Hesi eru bestu sendiharra/ambassadørar vit kunna hugsa okkum, og skula vit hava fleiri av teimum mugu vit geva teimum góðar venjingarumstøður og venjingartíðir.


Tórsvøllur

Hesin vøllur er komin fyri at vera. Tað er av stórum týdningi fyri eitthvørt samfelag, at vit við millumbili fáa lagt allar ósemjur til síðis, ta verið seg politiskar, ítróttarligar ella aðrar og fegnast um eitt felags tiltak, sum í hesum førinum fótbólturin er, tá vit spæla altjóða dystir á Tórsvølli. Tað er ein av uppgávunum Tórsvøllur hevur nevniliga at savna tjóðina til gleði og gaman har vit øll eru felags um eitt mál, og tað er at vit eru samd um at fáa so gott avrik sum møguligt yvir mótstøðuliðinum.

Eitt ríkt frítíðarvirksemið verður stuðlað av okkum á lista A.