Frítíðarveiða sum gevur pening

Føroyingar eru traditionellir, tá ræður um fiskiskap. Ikki tí, at vit ikki broytast og mennast. Tað gera vit. Vit plaga at siga, at okkara fiskiskipafloti er gamal, men vit eiga eisini nýggj, góð og framkomin skip sum fiska pelagisk fiskasløg Hugburðurin er broyttur. Í áttatiárunum veiddu vit nøgdirnar, og skipanin - ikki minst stuðulsskipanin - legði minni í dygdina á fiskinum. Fekst tú nøgdina, fekst tú eisini studningin. Fiskurin kundi í ringasta føri landast og síðan koyrast í havið aftur, um hann var ov gamal og vánaligur. Tú fekst hóast alt studningin. Ikki minst fyri upsan - og so fekst tú altíð nakað, um nøgdirnar vóru nóg stórar.

Síðan studningarnir fullu burtur, og vit við uppboðssølu fingu kapping um fiskin, hevur tað størri týdning fyri skip og manning, at fiskurin er góður. Nú skal hann virkast til bestu vørur, antin í Føroyum ella uttanlands.

Vit hava brúk fyri fiski, bæði til matna og fóður.

Magni Blástein, ið er maðurin, sum stendur aftanfyri Atlantic Shark- kappingina, segði í síni framløgu á vistferðaráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, at vit saktans kunnu fáa nógv meira burtur úr okkara tilfeingi - og uttan at ganga tilfeinginum ov nær.

Hann segði, at ein bátur, sum fiskar og selur fiskin fyri 600.000 krónur, kann tjena upp í heilar 3,6 miljónir krónur fyri júst somu nøgd av fiski, um hesin verður veiddur saman við ferðafólki og sleptur út aftur.

Tað eru ferðafólk, sum vilja gjalda munandi upphæddir fyri at sleppa út at fiska. Vit skulu bara ?lokka? tey higar. Tey fáa upplivilsið - og vit tjena pengarnar.

- Tá fiskur verður veiddur saman við ferðafólki, verður hesin sleptur livandi útaftur og kann fiskast umaftur og umaftur, segði Magni Blástein.