Lanzarote er ein av Kanarisku oyggjunum, og veðurlagið er rættiliga hóskandi fyri okkum føroyingar. Ikki ov heitt – knøpp 30 hitastig í summarmánaðunum.
Club La Santa bjóðar teimum vitjandi eitt hugnaligt umhvørvi við einum ótali av ítróttaaktivitetum. Til ber til dømis at spæla øll bóltspøl, at surfa, at svimja í 50 metra hyli, at íðka frælsan ítrótt og gera fleiri sløg av fimleiki og dansi. Til ber at fáa undirvísing í teimum ymsu ítróttagreinunum, og tú kanst eisini taka lut í kappingum, sum vera fyriskipaðar á staðnum. Ert tú ikki til ítrótt, so ber til at hugna sær í sólini við hugnaliga svimjihylin.
Skipað verður eisini fyri útferðum til ymisk spennandi støð á oynni, og um kvøldið er undirhald á torginum, sum liggur mitt í stóra ítróttasentrinum. Á ítróttasentrinum eru harafturat ymiskar matstovur, vertshús og eitt diskotek.
Club La Santa er avgjørt staðið fyri ítróttaáhugaða ungdómin, familjuna og ítróttafeløg yvirhøvur, tí staðið hevur snøgt sagt allar møguleikar innan ítrótt, tó skíð undantikið.