Frítíðarskúli í Fuglafirði

Tá ið skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina, fara 26 børn í fyrsta flokki í Fuglafirði í frítíðarskúla


 

FRÍTÍÐARSKÚLI

Arbeitt verður miðvíst við at útvega øllum børnum í Fuglafirði eitt ansingartilboð og nú metir býráðið, at tíðin er komin til at seta á stovn ein frítíðarskúla. Higartil hava foreldur at 26 børnum, sum byrja í 1. flokki eftir summarstegðin, víst áhuga fyri tilboðnum. Børn í fyrsta flokki hava havt møguleikan at komið í dagrøkt eftir skúlatíð, hesin møguleikin verður so ikki, nú frítíðarskúli letur upp og tað førir við sær, at rúm verða fyri fleiri børnum undir skúlaaldur í dagrøktarskipanini. Í barnagarðinum og vøggustovuni ganga um 60 børn og í dagrøktini 38 børn. Bíðilistin var minkaður niður í nærum einki, men veksur nú aftur støðugt.

- Vit hava sett okkum fyri at útvega øllum børnum eitt tilboð. Tað er ikki rætt, at bert 60-70 prosent av børnunum skulu hava eitt tilboð, tí hini eiga at hava sama rætt, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði.

Eisini til Fuglafjarðar flyta fólk. Bara í fjør vaks fólkatalið við hálvt hundrað. Bíðilistin til stovnspláss veksur alla tíðina eins og áhugin fyri at byggja sethús í Fuglafirði.

- Talið á børnum í ymsu árgangunum er vaksandi, komandi fyrsti flokkur telur 21 børn, og tað sigur okkum so mikið, at vit mugu útvega fleiri pláss. Hinvegin hava vit ikki ætlanir um at byggja nýggjan barnagarð. Vit fáa at síggja, hvussu frítíðarskúlin fer at ávirka bíðilistan, sigur Sigurð Simonsen.

Lýst hevur verið eftir starvsfólkum til frítíðarskúlan.Tey verða eini 4-5 í tali. Saman við leiðaranum, ið verður settur, fer býráðið at finna hóskandi høli til frítíðarskúlan.