Í sambandi við kanningina, ið 13 fakfeløg lótu gera um viðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum, kom undan kavi, at fleiri viðurskifti vóru í gistingar- og matstovuvinnuni, ið ikki vóru, sum tey skuldu vera.
Millum annað kom fram, at tað var ein trupulleiki hjá fleiri av smærru aktørunum, at starvsfólk fingu ikki lønarseðlar ella frítíðarløn, og eisini var okkurt dømi um, at fólk fingu lønina svart.
Starvsmannafelagið skipaði fyri valfundi í Smæruni, og eitt av evnunum, ið tey høvdu sett á skrá, var trupulleikin við lønarseðlum og eftirløn.
Starvsmannafelagið hevði sum spurning, um politikkararnir vóru sinnaðir at fáa skipan í verk, ið gjørdi tað ómøguligt at flyta lønina, uttan so at frítíðarlønin varð flutt samstundis. Líknandi skipan er longu í verk til eftirlønarflytingar.
Og áhugi var fyri loysnini, sigur Starvsmannafelagið. Politisku umboðini talaðu fyri í øllum førum at lóggeva nærri á økinum, so at løntakarin kundi tryggjast, at frítíðarlønin varð flutt til teirra.











