Hans Birgir Hansen
??????????????????
Eg vil alment heita á Mentamálastýrið um at fáa endurskoðað Frítíðarlóggávuna frá sjeytiárunum viðvíkjandi bygdar- og ungdómshúsum kring alt landið!
Tað sama er við atliti til játtanir, sum F.U.R. hevur fingið frá sjeytiárunum, ið verður býttur millum frítíðarfeløg, politisk ungmannafeløg eftir býtislykli.
Eg vil alment heita á Mentamálastýrið um at fáa kannað játtanir til bygging av bygdar- og ungdómshúsum kring alt landi frá sjeytiárunum sum skjótast!
Eg hevði skriv til landsstýrið hesum viðv. í 1974, sum løgmaður Atli P. Dam tók við í ólavsøkurøðu sína undir skúlaskap, ungdóms- og mentanarmál!
Eg vil alment heita á Almanna- og Heilsumálastýrið um at fáa endurskoðað rúsdrekkalógina og tubbakslógina og fáa strangari eftirlit við sølu!
Eg vil alment mæla til at handlar og kioskir fáa forboð at selja øl og sigarettir til børn, ungdómar undir 18 ára aldur kring alt landið!
Tað er upp á tíðina at fáa løgregluna at hava eftirlit við rullandi barrum á fýra hjólum hvørt vikuskifti, tá dansur verður skipaður!
Eg haldi, at landspolitikarar skuldu tikið hesar lóggávur upp til viðgerðar í løgtingi og fingið tær endurskoðað-ar/dagførdar sum skjótast!
Eg vil vísa til bjarging av mannalívi, fáa vit økt eftirlitið á føroyskum vegum til og frá dansihølum í vikuskiftum sum skjótast!
Eg vil siga, at tilkomin, ið lata ella keypa øl og tubbak til børn, ungdómar undir 18 ár, skulu revsast við bótum!
Eg haldi, at øll foreldur skuldu tosað álvarsamt við síni børn og fingið hesi at gevast at drekka og roykja!