Á eini kanningarferð herfyri kom danska Fiskiveiðieftirlitið fram á ein frítíðarfiskimann, sum hevði fleiri gørn enn tey trý, sum hann annars hevði loyvi til at seta. Sum frámerki á sínum gørnum hevði hann eisini navnið á øðrum manni. Eftirlitsfólkini komu eftir, at frítíðarfiskimaðurin dróg ikki færri enn 11 gørn. Men tað var ikki nóg mikið við hesum. Eitt neyvari eftirlit vísti, at gørnini eisini vóru longri enn teir loyvdu 45 metrarnar.
Tað, sum var uppaftur verri enn alt hetta, var, at frítíðarfiskimaðurin eisini hevði merkt síni gørn við navninum á øðrum manni - nevniliga navninum á einum lokalum vinnuligum útróðrarmanni.
Loyvi hjá einum frítíðarfiskimanni sum áður nevnda, er trý gørn, og longdin á hvørjum garni kann bert vera 45 metrar. Hinvegin kunnu vinnuligir útróðrarmenn brúka so nógv og so long gørm, sum teir hava hug til.
- Hetta málið snýr seg um ein nýggjan og útspekuleraðan máta hjá einum pirakfiskimanni. Vit hava hoyrt um slíkt áður, men nú fingu vit so eisini prógvini, sigur Claus Wille hjá danska Fiskiveiðieftirlitinum.
Vanliga kostar tað eina bót á 2.000 krónur og kanska frádøming av rættindunum at fiska, tá reglurnar verða brotnar av frítíðarfiskimanni, men í hesum førinum er talan eisini um skjalafalan.
Tað eru donsk bløð, sum bera hesi tíðindi.










