Frítíðarfeløg eiga at verða hoyrd

Hví stillaði eg upp til býráðsvali, tað er stutt og greitt, eg haldi at eg havið nakað at geva borgarunum sum búgva í T.K.

Tað skal vera gott og trygt at búgva her.

Í høvuðsstaðarøkinum skulu allir borgarar kenna at kommunan er teirra, tað skal eingin ivi verða um tað.

Ítrottur og frítíðarfeløg, skulu hava góð kor at virka undir.

Frítiðarfeløg , sjálvandið skulu tey verða hoyrd, hugsi tykkum hvussu stóran týðning tey hava fyri trivnaðin í komununi, her eru fleiri 100 fólk sum sita í ymiskum nevndum og gera eitt óvmetaliga stórt arbeiði fyri onga løn, hugsi tykkum, um hesi fólk ikki vóru,? so stóð rættuliga illa til, tí eiga vit sum eru foreldur, abbar og ommur, at vera takksum fyri, at hasi fólk brúka ein stóran part av sínari frítið til hetta stóra arbeiði, tey eiga eina stóra tøkk uppiborna.

Lat meg bara taka eitt felag burtur úr hesari rúgvuni, og tað er hundafelagið sum bleiv stovna fyri nøkrum fáðum árum síðani, tað var Apsalon Hansen og aðrir sum stovnaðu hetta felag, teir hava bara ein trupulleika, teir verða ikki hoyrdir, og tað haldi eg vera ógvuliga órættvíst, tað eigur at vera okkurt jarðarstykkið til hetta felag at búðleikast á, tíð vit reypa okkum av at kommunan verður so stór, nú Kollafjørur og T.K vera samanløgd. At ganga hesum felag