Nývalda løgtingskvinnan, Rósa Samuelsen, hevur nøkur hjartamál, sum hon ætlar sær at fáa gjørt nakað meira við, nú hon er vald inn á ting. Hon fer nú frá sum forkvinna í Føroya Kommunufelag, men verður sitandi fyri borgarstjóri í Sandavági. Bæði størvini er hálvtíðarstørv.
- Míni hjartamál eru tey bleytu virðini. Her er heilt nógv at taka hond um, ikki minst uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunu, sum er eitt mál, eg eisini fari at brúka nógva tíð og orku uppá, sigur Rósa við Vágaportalin.
Fyri hana er umráðandi at fáa ruddað upp á hesum økinum, tí tað er ov nógv, sum dettur níður ímillum, eitt nú innan eldraøkið og innan skúlaøkið. Hon er somuleiðis sinnað at gera eina raðfesting av, hvat skal leggjast út á kommunurnar, útjavning og annað.
- Borgarstjórasessin ætli eg ikki at siga frá mær nú, tí tað eru nøkur hjartamál, sum eg havi eftir at fremja, sigur Rósa Samuelsen.