Frá statshospitali til heildarpsykiatri

Tormóður Stórá er lækni og ávegis til at verða serlækni í sálarsjúkum. Var samskipari av verkætlanini um heildarpsykiatri í Føroyum. Starvast í løtuni sum lækni í økispsykiatrisku skipanini í Københavns Amt

Fyri fyrstu ferð síðani løgtingið fleiri ferðir samtykti at heita á statin um at byggja eitt sinnissjúkrahús í Føroyum, skal løgtingið taka støðu til hvussu viðgerðin av sálarsjúkum skal skipast í framtíðini. Møguleikarnir at læra av dygdum og feilum aðrastaðni frá eru góðir, men vandi er fyri at endurtaka feilirnar, tí tað eftir øllum at døma er eitt "missing link" millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Vónandi sær løgtingið hetta, so at viðgerðin ikki kemur at snúgva seg um helvtarpsykiatri í staðin fyri heildarpsykiatri.
Rúm tíð kann ganga frá tí at tær politisku avgerðirnar verða tiknar til tingini verða sett í verk. Fyrsta samtyktin um at heita á donsku stjórnina um at byggja statshospital í Føroyum varð tikin av samdum tingi í 1929 og tað skuldu ganga fjøruti ár til Statshospitalið á Frælsinum í Havn varð tikið í nýtslu. Málið hevði tó verið uppi aftur í tinginum fleiri ferðir, m.a. í 1934 tá politikararnir sóu seg noyddar til at gera eina raðfesting, har peningurin heldur skuldi brúkast til vegagerð enn til sinnisjúk. Aftur í fimtiárunum var málið frammi nakrar ferðir, uttan at nakað hendi.
Sokallaðu statshospitalini vóru tátíðarinnar máti at skipa viðgerðina av sálarsjúkum. Sum so kann sigast, at talan var um eina "heildarpsykiatri", har tað varð tikið sær av øllum viðurskiftunum hjá sjúklingunum. Í fyrru helvt av farnu øld var tað soleiðis, at komst tú á eitt statshospital, so vart tú har við likami og sál, - ofta restina av lívinum. Har varð syrgt fyri øllum. Ein fekk tað einum tørvaði. Ein bleiv vaskaður, maturin varð borin einum, gerandisdagurin gekk eftir klokku og skema. Friður, ordan og reglusemi vóru lyklaorðini. Tað var umsorgan og røkt, men ikki pláss fyri menning og vøkstri. Miðskeiðis í øldini fóru fram rembingar í viðgerð og uppfatanini av hvat sálarsjúkurnar vóru, og smittaði hetta eisini av í skipanini av psykiatrisku viðgerðini. Eitt var at uppfata sálarsjúkurnar á jøvnum føti við aðrar sjúkur og sostatt psykiatri sum ein part av vanliga heilsuverkinum. Farið varð undir at byggja psykiatriskar deildir saman við somatisku sjúkrahúsunum, og hetta varð eisini loysnin, sum var gjørd í Føroyum. So talan var meira um eina psykiatriska deild saman við nýggja Landssjúkrahúsinum enn eitt av gomlu Statshospitlaunum. Men hetta varð kallað Statshospitalið, men bara í átta ár. 1. januar 1977 varð hetta lagt undir sjúkrahúsverkið, sum ein psykiatrisk deild á Landssjúkrahúsinum. Hóast einki Statshospital hevur verið í meira enn 25 ár, so verður hetta framvegis ofta rópt so manna millum

Broytingar
Men longu um tað mundi byrjað varð i Føroyum, fóru fram aðrar rembingar í viðgerðarskipanini um okkara leiðir, m.a. við tí bugburðarbroyting, at hospitalið ikki skuldi taka sær av øllum, men at sjúklingarnir skuldu útskrivast aftur og hjálpast til eina tilveru úti í samfelagnum.
Hesar rembingarnar gjørdu eisini vart við seg í føroyskari psykiatri og rættuliga skjótt varð farið undir at royna at skapa møguleikar fyri at sjúklingarnir ikki skulu verða búgvandi á deildini, men at møguleikar skuldu skapast fyri at verða "úti í samfelagnum". Strembanin fyri hesum varð gjørd av fólki í viðgerðarskipani og avvarðandi, og ikki eftir nakrar yvirordnaðari politiskari avgerð um, at so skuldi verða. Tað hevur eisini skortað upp á tann politiska viljan til at hetta kundi gerast veruleiki, og flestu av teimum bústovnum vit hava fingið, eru stovnsettir av felagsskapum (t.d. Sinnisbata og Alv) ella av psykiatrisku deild.
Men hetta hevur gingið spakuliga og striltið og ikki í neyðugan mun til tann tørv sum hevur verið, og seinastu mongu árini hevur støðan verið tann, at alsamt fleiri nýggir sjúklingar hava fingið sín bústað á psykiatrisku deild. Samstundis hevur í nítiárunum verið skorið djúpt fíggjarliga í sjúkrahúsverkinum, við tí úrsliti at psykiatriska deildin fíggjarliga hevur verið niðurpínd.
Hetta hevur alt verið uppi politiskt fleiri ferðir og ikki hevur skortað upp á lovandi orð, men hugt hevur verið langtandi eftir at hesi skuldu verða fylgd av gerðum.

Miseydnaðist fleiri staðni
Tað var nú ikki bara her, at umleggingin av psykiatrisku skipanini ikki gekk sum ætlað. Nógva staðni kiksaði hetta fullkomuliga, serliga tí at tað gekk munandi skjótari at niðurleggja stovnarnar enn at útbyggja tað netið, sum skuldi taka sær av sjúklingunum úti í samfelagnum. Bústovanar manglaðu og eftirviðgerðarskipanin var ikki nóg góð. Samstundis var ikki pláss á sjúkrahúsunum. Mangastaðni komu sálarsjúk at ganga fyri vág og vind og uttan nakra viðgerð, so umleggingin hevði fyri mong við sær serstakliga óhepnar fylgjur. Sostatt var eingin heild í viðgerðini. Nógva staðni vísti tað seg, at ein av orsøkunum var, at tað vóru fleiri politiskar skipanir, sum fingu ábyrgdina av sjúklingunum, og at ábyrgdarbýti var ikki serliga greitt og at tær politisku skipanirnar ikki megnaðu at samstarva í neyðugan mun.

Heildarpsykiatri
Hesar mongu óhepnu royndirnar aðrastaðni frá lógu okkum eisini frammarlaga í huganum, tá tað fyri góðum tveimum árum síðani varð farið undir at arbeiða við eini ætlan um hvussu psykiatri kundi skipast í Føroyum í framtíðini. Eingin grund var til at endurtaka tílíkar kiksarar. Vit tóku til okkum hugtakið heildarpsykiatri, sum í stuttum snýr seg um, at skipanin skal lagast eftir sjúklinginum og tørvi hansara, og ikki umvent. Fyri sjúklingin skal verða ein samanhangur í tí viðgerðartilboðið hann fær, - tað skal virka sum ein heild. Skipanarliga sæð skal viðgerðartilboðið verða sett saman av trimum eindum. Hesar eru sjúkrahúspsykiatri, sum skal taka sær av teimum sjúklingum, sum eru soleiðis fyri, at tað fakliga verður mett skilabest at viðgera undir innleggjan. Annar partur er ambulant ella økispsykiatri, sum skal taka sær av eftirviðgerð av áður innløgdum sjúklingum og viðgerð av teimum, sum eru sálarsjúk, men ikki hava tørv á innleggjan. Síðsti parturin er sosialpsykiatri, sum skal taka sær av teimum, sum av sjúku síni eru komin soleiðis fyri, at tey ikki megna eitt heilt "vanligt" lív, men hava tørv á stuðli fyri at klára gerandislívið. Herundir eisini, at summi hava tørv á serliga vardum bústaði.
Í álitinum um heildarpsykiatri hevur verið lagdur dentur á, at hesir tríggir partarnir hanga óloysiliga saman. Tá arbeitt varð við hesum, varð tað eisini soleiðis, at allir tríggir partarnir politiskt hoyrdu undir somu fyrisiting og politiskt ræði, nevniliga tað táverandi Almanna- og heilsumálastýrið. Soleiðis varð hildið, at tann poltiski samanhangurin var til staðar. Men her hevur so tíðin yvirhálað og málsøkið er býtt sundur. Hetta hevur við sær at teir báðir partarnir sjúkrahúspsykiatri og ambulant/økispsykiatri liggja undir Heilsumálaráðum, meðan sosialpsykiatri liggur undir Almannamálaráðnum. So man kundi óttast fyri, at her var vandi á ferð. Tíverri kann sigast, at hesin óttin ikki hevur verið heilt ógrundaður.

Aðalorðaskifti
Seinasta árið hevur verið bíða eftir, at tað lovaða aðalorðaskiftið um Heildarpsykiatri skuldi fara fram í Løgtinginum. Tolin trívst, og nú hevur so landsstýrismaðurin í Heilsumálum lagt fram sína frágreiðing til aðalorðaskiftið, sum skal verða í Løgtinginum her 8. apríl. Frágreiðingin er rættuliga áhugaverd, spennandi og lovandi fyri framtíðarinnar psykiatri. Her verður lagt upp til nógvar raðfestingar, sum ein kann vera bæði samdur og ósamdur við. Men endiliga sær út til, at tað verða gjørdar nakrar politiskar raðfestingar, sum arbeiðast kann fram eftir og sum eisini kunnu binda nakrar fíggjarligar síður upp í góða viljan. Hetta man eisini verða fyrsta yvirordnaða politiska viðgerðin av hvussu psykiatriska skipanin skal verða, síðani Løgtingið avgjørdi at biðja um at fáa eitt statshospital.

Heildin burtur ?
Men, men, men. Sum landsstýrismaðurin sigur, so snýr hansara frágreiðing seg um sjúkrahús- psykiatri og ambulantpsykiatri. Tað er eingin frágreiðing og uppskot lagt fram um politiska raðfesting av tí sosialpsykiatriska økinum ! Og fluks, so hendi nakað við "heildini" í skipanini. Teir tríggir partarnir hanga óloysiliga saman í tí praktiska veruleikanum - men eftir øllum at døma ikki í tí politiska. Men tað ber ikki til at tosa um heildarpsykiatri um ikki allir tríggir skipanarligu partarnir eru við. So verður tosað um helvtarpsykiatri í staðin, og vandin er fyri, at vit skulu gjøgnum somu haltandi royndir, sum hevur verið manga aðrastaðni, tí politisku skipanirnar ikki virka saman. Tað má í grundini ikki henda. Tað kann bara ikki bera til, at tað er so stórt "missing link" millum Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið, at tað ikki ber til at samskipa sínar frágreiðingar, raðfestingar og tilmæli til Løgtingið. Tingið kann ikki væl ikki taka støðu til eina heild, tá tað bara hevur helvtina av heildini at fyrihalda seg til, ella ??
At ein yvirordnað raðfesting má vera á sosialpsykiatriska økinum er alneyðugt. Sigast skal, at tað hava verið gjørd onkur tiltøk (raðfestingar) á tí økinum seinasta árið - sum eisini benda á, at tann yvirordnaða reðfestingin manglar, - í øllum førum er hon ikki sjónlig. Vit sóu í fjør tað løgna, at peningur, sum Løgtingið hevði sett av til hetta endamál, ikki varð brúktur, júst av manglandi raðfesting, - og hetta má ikki henda aftur. Vit sóu at landsstýrið (undanfarna) játtaði einari kommunu fleiri milliónir til at niðurleggja bústaðir til sálarsjúk og stígur kom í byggingina av stovni til tey allar mest viðtiknu av sálarsjúku síni, men eisini at tað vóru keypt hús til nýtt sambýli har tørvurin ikki er av tí mesta.
Tað skal tí verða vónin, at tað í Løgtinginum verður eitt gott aðalorðaskiftið um skipan av framtíðarinnar psykiatri í Føroyum, men at tingfólk eru varðug við týdningin av samlaðari raðfesting á økinum, og bera so í bandi, at hetta verður gjørt beinanvegin.