Fram til 1991 var ólavsøkudysturin eins fastgrógvin partur av ólavsøkuni, sum kappróður og candyfloss. Talan var um steypadyst, sum lokkaði nógv fólk í Gundadal. Ólavsøkudysturin var tá ein av stóru dystunum hjá havnarfeløgunum, men dysturin var hvørki partur av lands- ella steypakapping.
Dysturin var eisini til eftir 1991, men føroysk altjóða luttøka og seinni eisini ein meira komprimerað landskapping bóru við sær, at áhugin fyri dystinum minkaði, soleiðis at hesin nú meira varð roknaður sum ein týdningarleysur venjingardystur.
Steypafinala og endurgjald
Í 2000 varð steypafinalan spæld á ólavsøku. Í hesum sambandi gjørdi Fótbóltssambandið avtalu við havnarfeløgini bæði – HB og B36 – um, at hesi skuldu fáa eina ávísa upphædd í endurgjald frá Fótbóltssambandinum fyri mista inntøku, sum tey annars høvdu havt, um tey sluppu at fyriskipa vanliga ólavsøkudysti teirra.
Til og við ólavsøku 2005, varð finalan í kappingini um løgmanssteypið spæld á ólavsøku. Hvørja ólavsøku fingu havnarfeløgini endurgjald frá Fótbóltssambandinum fyri mistar inntøkur, tey annars kundu havt á ólavsøku.
Seinastu trý árini hevur finalan verið avgreidd eftir ólavsøku. Í 2006 var eitt leikaraloyvið – ella mangul upp á tað sama – orsøk til, at semifinalurnar ikki vóru avgreiddar til tíðina, og finalan harvið varð útsett til eftir ólavsøku.
Í 2007 og 2008 varð finalan spæld um heysti. Partvíst tí, at kappingin var umløgd og partvíst tí, at luttøkan hjá feløgunum í altjóða fótbólti møguliga kundi liggja sama dag sum steypafinalan, um henda varð spæld á ólavsøku.
Hesi trý árini fingu havnarfeløgini einki endurgjald frá Fótbóltssambandinum.
2009 er øðrvísi
Tað fáa HB og B36 hinvegin í ár. Sum skilst hevur Fótbóltssambandið gjørt eina avtalu við havnarfeløgini bæði um, at tey aftur í ár fáa eina kompensatión fyri mistar inntøkur av ólavsøkudystinum.
Einum dysti, sum helst ikki hevði verið spældur, tá bæði HB og B36 skulu spæla landskappingardystir 26. juli og longu aftur 2. august. Í besta føri hevði verið talan um ein týdningarleysan venjingardyst, sum ikki hevur nakran serligan áhuga millum manna.
Harvið fáa havnarfeløgini endurgjald fyri ein dyst, sum annaðhvørt ikki hevði verið spældur ella hevði kastað ógvuliga lítið av sær fíggjarliga.