Frástøðan er neyðug

Kann man ummæla ummælaran? Hugleiðing um at ummæla bókmentir og list í Føroyum

Fleiri hava skrivað um at ummæla í Føroyum. Jógvan Isaksen, ið hevur ummælt føroyskar bókmentir í eini 25-30 ár, skrivar í greinini: »At ummæla í Føroyum ? Eitt subjektivt essay«, at Heðin Brú helt, at man ikki kundi skriva í einum lítlum samfelag. Jógvan heldur, at tað er hansara frástøða sum útiseti, ið hevur givið honum mót til at halda fram við hesum

Eg meti, at Jógvan her hevur um rótina á hesum at ummæla, serliga í Føroyum, at hetta kann sigast við einum orði: frástøða. Seta vit so relativa erligheit (fyri so vítt, hetta er gjørligt), hug at kjakast um egnar fyritreytir, so kundu vit júst fingið eitt meiri vælvirkandi bókmentaligt almenni í Føroyum, ið serliga listafólkini kundu fingið gagn av. Tað øvugta er, at fólk einki ummæli fáa, og tað er syndarligt. Ella tey fáa hesi droyu laurberini frá Felagnum Interrós, tí øll kennast, draga somu línu, og eru sósað inn í tøgnina, feløg og nevndir.
Rós ger teg veikan
Í Føroyum er ein hin størsti mentunarligi vansin hetta lyndið, ið bert vil rósa og gratulera sær sjálvum. Hetta spríkir fram úr talum, greinum og vanliga perspektivloysinum. Vit geva út flest bøkur, hoyra mest útvarp, hava teir bestu tónleikararnar, og halda, at alt er so vakurt og gott sum hin skæri ljósi morgun. Vit liva betur, reinari og meiri upprunaligt enn onnur, sum vit tí heldur ikki tíma at hoyra um. Vit vilja helst hoyra sjálvrós, sleiskni og messu fyri okkara evindaliga "Heimat". Einki kann í veruleikanum skaða føroyska list meiri enn hesin retorikkur. Hetta er misskilt tjóðarbygging, ið ger okkum nógv veikari. William Heinesen letur Peter Børresen skriva í brævaskaldsøguni: »Det gode håb«, at tá fútin Diderik Hindskou rósar honum, er hetta bert fyri at fáa hann at blotna, linka í kongunum og hokna í knøunum, tí rós hevur hesa ávirkan. Hinvegin kann ein atfinning gera ein persón byrgan, sterkan og elva til at skapa eitt feskt, óspilt støðufesti.
William var sjálvur ein vánaligur kritikari, hann rósti øllum nærum, tí at hetta varð til. William, ið setti so stór krøv til sín sjálvs, til egna skriving, kravdi alt ov lítið av øðrum sum blaðkritikari. Hann hevði eisini sínar løgnu síður. Vit hava hug at hálova hann út um alt mark. Hetta er helst lagnan hjá listafólki, at heimstaðurin onga frástøðu hevur til hesi fyrr enn tey eru deyð. Kemur umheimurin hesum listafólki til hjálpar við viðurkenning og heiðurslønum, eru sjálvt tey listablindu noydd at boyggja seg. William Heinesen hevur alla 20. øld fingið eina heldur kalda móttøku í Føroyum. Tey kristnu dámdu hann ikki, og tað skilji eg væl. Fyri at siga tað sum tað er, dámdi honum helst ikki helmingin av teimum, t.v.s. teirra dømisjúku og skipaða ørskap. Fólkafloksmenn ei heldur, ið ikki er so torført at skilja heldur. Allur riðilin av tjóðskaparfrelstum mentafólkum kunnu bert viðgera málsliga búnan, ið er ein hamrandi banal diskusjón. Hesi fólk eru trásett av formalismu og málnationalismu, har sjálvt ikki William í føroyskari týðing kann tiðna teirra primordialu hjørtu. Fyrigevingin fyri at skriva á donskum kemur helst ongantíð. So vóru tað tey meiri sakleysu, men ikki minni troyttandi. Tey, sum hildu seg duga at kenna fólk aftur úr skaldsøgunum, frá hesum fekk William helst okkurt skitið orð. Sambandsmenn og natiónalistar leita eisini til fánýtis í verkunum hjá Williami, fyri at finna stiril, meðan ónyttur, rekavætti og dosmarar kunnu fáa eitt helt lívsgrundarlag í skaldskapinum hjá Williami.
William sum deyð tjóðarhetja
Av og á enda slík stór listafólk sum William og kanska Haldur Laxness í Íslandi uppi í einum luftrúmi, har eingin kann røra tey. Hesi enda við at vera í vanda fyri eini løgnari "glatan", ið tað er at gerast eitt kanoniserað modernað halgimenni. Hesi vera spunnin inn í mjúkar silkibúnar av einsæris hálovan, og slíkt er vandamikið. Eg vil tí taka fram nakað av tí ringasta, eg kann siga um William, tí so høgt elski eg hann, at eg ikki ynski, at síggja hann sum hin næsti Nólsoyar Páll ella hin komandi Jóannes Patursson, t.v.s. persónar vit í Føroyum ikki kunnu viðgera við 1 % av skynsemi og frástøðu.
Tað, sum í longri tíð hevur undrað meg, er, at William ikki dámdi jasstónleik. Hetta síggja vit t.d. í yrkingini "Jam session". Tað var ikki bert jasstónleik honum ikki dámdi, men stóra kekkiska høvundan Franz Kafka. Kend er myndin William klipti av Kafka, ið bert vísir tvey eygu í myrkri. Tað er hendan síðan av modernismuni, ið William ikki dámdi, ella helst ræddist. Hendan svarta, ófullfíggjaða, siðmenningaratfinnandi og brotakenda prosain, ið boðari frá ræðuleikum, brotsverkum, týning, hópdrápum. William regredieraði á ein hátt til eina sjáldsama listarliga eskapismu. Eftir annan heimsbardaga skiftir hann nærum bæði stíl- og tilverufatan. Nú skal listin vera kosmisk, og endurskapa tað mytiska og mista. Hetta inniheldur sjálvandi sín vakurleika, sína arkaisku sjarmu. William líkist her barónessuni Karen Blixen. Hendan klóka kvinnan dámdi heldur ikki undirgangsvisiónir, absurdismu og ein kann gita, betur Händel enn New Orleans jass. Eg haldi, at hesi bæði her gjørdu ein stóran feil, ið helst kom av at tey ikki vóru vaksin til við slíkum tónleiki. Við modernaðum kompositiónstónleiki í 20 øld. er jassurin nærum sjálvt ljóðið av modernismuni. Men alt gerst púra ørt í høvdinum, tá vit hugsa um, at William ikki kundi torga modernaða eksistentialistiska heimspeki. Hetta er ólukksáliga undarligt at royna at skilja. Tá eg vaks upp, var Kafka nærum hin størsti høvundurin, eg kundi hugsa um og lesa. Eksistentialistanir Satré og Camus lærdu meg nærum at hugsa. Fyri meg í dag er eksistentialisman í 20. øld, og seinni eisini modernaður jasstónleikur nærum kenslan av moderniteti, av 20 øld. av framburði og vakurleika.
Eitt lortaarbeiði
"Den kritiske Aandsretning er fremfor Alt sandhedskærlig (...)"
Georg Brandes (Saml. Skr. Bd.6 s. 213.)

Mangan, tá føroysk og donsk bløð keða meg, leiti eg mær inn á Høvuðsbanagarðin sunnumorgnar at keypa TLS ?Times Litterary Supplement, Die Zeit ella The New York Review of Books. Kenslan av góðsku í hesum bløðum er nærum áloypandi. Serliga TLS, men eisini The New York Review of Books arbeiða við veruligum kritikki, men her vera ummælini at enda verulig bókmentalig essay.
Tað okkum vantar eru ummæli og ummælarar við eini frástøðu. Veruliga at ummæla, er ikki bert hetta at viðmæla. At ummæla er langt frá at skriva um seg sjálvan, ið t.d. kendi ummælarin á Weekendavisen Lars Bukdahl vanliga ger.
Høvundin Tom Kristensen skrivaði sera áhugaverd ummæli. Hann hevði ongantíð at teimum ungu, ið skrivaðu teirra fyrstu bók. Hann helt ikki man skuldi traðka á ein dunnuunga, tað kundi verið, at hetta var ein H.C. Andersen. Fólk sum Hans-Jørgen Nielsen, Poul Borum, Jens Kruuse eru verd at lesa, tá hesir skriva um bókmentir. Men eisini Elsa Gress og Henrik Stangerup hava skrivað um bókmentir við hjartanum, meðan kendi kritikarin Carsten Jensen, kanska var í so harður sum kritikari.
Tað er svárt og ein ómild byrða, at fólk ikki vilja heilsa eftir, at skrivaðar eru nøkur ummæli í Føroyskum bløðum. Jógvan Isaksen kennir kanska hetta fyribrigdið. Tann, ið onki hevur sagt, hevur mangan longu ov nógv sagt. Soleiðis sæð er at ummæla eitt lortaarbeiði. Tað krevur eina sterka sál, at meta um verkini hjá listafólki og høvundum, men hinvegin haldi eg, at hetta er alneyðugt. Allir ummælarar koma at gera feilir, at meta okkurt ov lágt. Hinvegin er tað eisini ein feilur, tá ivasom verk fáa ovurhonds rós. At meta um eitt nýtt listaverk, ella um modernaða list, er so torført, at tey flestu tora ikki undir hesa uppgávu. At meta um modernaða list, ið roynir at skapa nýggj rúm fyri kenslur og tankan, er ótrúliga ringt ? men neyðugt. Antonio Gramsci helt fyri í 1934, at bókmentaligur kritikkur er ein bardagi fyri at skapa eina nýggja mentan, og at úr hesum bardaga vil altíð spretta nýggj mentan. Bókmentaligur kritikkur byggir altíð á ymiskar lívsáskoðanir helt Gramsci fyri. Soleiðis eru tulkingar av innihaldi, kritikkur av skipanini í verkinum, t.d. av logiska og søguliga samanhanginum í kenslunum, ið verða settar fram, tengt at bardaganum fyri einari djúpari kenslu av alski til menniskjuni og eini humanismu. Hetta meinar Gramsci, ið skrivaði um, at tað var hetta, sum gjørdi kritikaran vælviljaðan, um gjørligt er at merkja ein brennandi anda, ein litinskapiliga glóð, eina moralska og fagurfrøðiliga leið, ið torir at taka støðu, og ikki roynir at goyma seg í ótta fyri at vera ein veruligur ummælari.
Bæði Danmark og Føroyar eru smá lond. Tað sum føroyingar ikki hava megnað at ummælt, fær so mangan eina viðgerð í donskum bløðum, um hesi verk koma út á donskum. Menn sum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen fingu sjálvandi ummæli í Danmark. Høvundar sum Jóanes Nielsen og Tóroddur Poulsen fáa bæði heiður og kritikk í Danmark. Soleiðis er danska bókmentaliga almennið umráðandi forum, ið kann geva fleiri perspektiv.
Ummæli er ein smaksdómur
Ritstjórin og dr.phil í ummælarasøgu John Chr. Jørgensen helt fyri um hetta at ummæla, at hetta er eitt tekstaslag, ið skal hava eina metandi stevnu. Soleiðis er ummælið sum alment forum skyldbundið at bera fram smaksdóm.
Orðini kritikkur og ummælari merkja ikki tað sama. Ummæli er ikki tað sama sum ein bókmentakritisk grein/essay. Í Onglandi og Fraklandi verður skilmarkað millum hesar genrur. Handan ummælið liggur ein meting, ið er meiri ella minni subjektivur dómur, ið vil tilmæla ella ávara mótí einum verki. Danski høvundin Peer Hultberg helt fyri, at ein hámeting ella niðurgerð av t.d. einum bókmentaligum verki eigur at byggja á eina grundgeving, ið byggir á eina tulking, og í øllum tulkingum snýkir seg ein meting inn eisini. Peer Hultberg harmaðist eisini um, at bert ummælini komu fram í ljósmálan í dag, meðan longri greinar um list og bókmentir vera hildnar at byggja á akademiskan sið, uttan týdning fyri tilveruna uttanfyri stongdu hurðarnar á Fróðskaparsetrinum. Í veruleikanum er bókmentakritikkurin heimleysur mangan, tí hann er ikki nóg lærdur til bókmentafrøðina, ov lærdur til avísir. Egnar seg til tíðarrit, men tey koma nærum ikki út í Føroyum, undantakið er Varðin sjálvandi. Tí er tað gott, at føroysk bløð eru so breið, at tey eisini megna at taka sær av hesum hendinga flytifugli, sum rárir fuglar gesta bløð okkara. Í Føroyum er allur kritikkur nærum bannlýstur. Serliga yrkjarar eru á gosi, tá eg t.d. skrivi eitt ummæli av Tóroddi Poulsen. Teir avvísa alt blankt. Tosa um vindgikt í sálini, og eru hundabangnir fyri ummælarum, ið ikki siga sum hinir. Sjálvandi eru ósemjur um slíkt. Og sjálvandi kann man ummæla ummælarar, finnast at teirra dómum, serliga um eingin grundgeving finst. Serliga haldi eg,s at frástøðan er neyðug.