Frískt úr markini

?Nú skulja okur hoyra vinnaralagið, ið....? ? Ósmædnar bera Ginna Midjord og Annlis Bjarkhamar við sínum eyðkendu bygdamálum lurtarunum lívligar frásagnir frá Prix Føroyar kappingini úti um landið.

Stóra atdráttarmegin hjá høvuðsstaðnum hevur ikki gjørt, at útvarpsvertinnurnar Ginna Midjord og Annlis Bjarkhamar hava mist sín samleika, og royna at tosa havnarmál við bygdamálskendum tónalagi, eins og ein av gestunum í Brennideplinum herfyri vísti á, at summi, ið eru flutt til Havnar gera. Hesar báðar hava avgjørt at verja sín samleika sum bygdafólk, og tora tær tískil við sínum eyðkenda tónalagi og eyðkenda málburði at bera lurtarunum tíðindi frá tónunum úr Prix Føroyar kappingini.


Kryddaði innsløg

Vertinnurnar báðar hava megnað at geva sendingini ein ógvuliga frískliga dám. Serliga verður her hugsað um tey innsløgini, ið tær hava latið bólkarnar sjálvar gera um seg sjálvar. Neyðugt er jú ikki at hoyra ?tíðindamannin? allatíðina, og væl ber til at seta fleri svar saman til eina samanhangandi frágreiðing, uttan at neyðugt er at hoyra spurningarnar.

Onkur kundi kanska funnist at, at summi av áðurnevnu innsløgunum hjá tónleikabólkunum eru ov fjasut, men her skal minnast til, at um øll innsløgini vóru líka, hevði hesin táttur gjørst keðiligur.


Meira til ungdómin

Rósandi fyri ÚF kann sigast, at hesin stovnur seinastu tíðina hevur lagt seg eftir at gera fleiri og fleiri sendingar til ungdómin. Millum aðrar er sendingin um Prix Føroyar eitt gott dømi.

Ofta verður hildið, at ungdómsendingar eiga at vera fjasutar, men hesum hevur Annlis Bjarkhamar mótprógvað við mongum áhugaverdum kjaksendingum um viðurskifti, ið hava áhuga millum ungdóm. Føroyskur ungdómur er nevniliga ikki ?óseriøsur?.