Frá skrelli til sniðgeving

Fjølsmiðjan vísir í dag fram í Perluni nakað av tí, arbeiðstøk hava gjørt burtur úr tí, ið annars vildi verið burturbeint

Tað er í dag frá til klokkan 18, at Fjølsmiðjan hevur “Pop Up”-sølu í Perluni í Havn, sum hevur undirheitið “Títt skrell, okkara sniðgivnu lutir”.

Har ber til at ogna sær unikkar vørur, ið eru gjørdar burtur úr ymiskum burturkasti, og eisini ber til at fáa nógv kreativ hugskot til, hvussu tað ber til at endurnýta ymiskt, ið annars hevði verið koyrt burtur.

Fjølsmiðlan hevur til endamálið innrættað sítt egna “showroom” í Perluni, har tað eisini ber til bara at støkka inn á gólvið at fáa sær ein drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið, meðan íblástur fæst burtur úr tí, sum har er at síggja.

Fjølsmiðjan er eitt umhvørvi hjá Arbeiðsloysisskipanini, ALS, har arbeiðstøk koma at fyri at vera virkin og menna sínar fakligu og sosialu førleikar.