Frísklig føroysk epli frá svimjarum

Í dag fara svimjarar úr Havnar Svimjifelag at taka upp epli í Leynum – og at selja epli. Sølan byrjar í morgun, leygarmorgunin, klokkan 11

 

– Helst ein tann størsta eplaveltan í landinum, nýtið tí høvi at koyra ein túr til Leynar at keypa nøkur kilo av frískum eplum, skriva svimjararnir.

Tað var í vár, at svimjararnir settu niður epli í Leynum, og endamálið er sum vera man at savna saman pengar til felagið.

##med2##

Tey møta í Leynum klokkan 10 í morgun (leygarmorgunin) og fara tá at taka upp epli. Klokkan 11 byrjar sølan við veltina í Leynum.

– Fólk koma sjálvi við íløtum, har keyptu eplini verða koyrd í. Til tey, sum ikki hava íløt við sjálvi, eru hessian sekkir tøkir. Møguleiki er at gjalda kontant ella við gjaldskorti, siga tey í svimjifelagnum.

##med3##

##med4##

##med##