Frískir vindar í landslagnum

Fimm bólkar, sum á útgávum ella konsertum hava gjørt vart við seg í 2006, eru í uppskoti at vinna Planetina fyri ársins nýggja bólk ella einstakling

Fimm bólkar, sum hava fingið størri ella smærri gjøgnumbrot í føroyska tónleikaheiminum í 2006, kappast um at vinna Planetina, sum verður latin til besta nýggja bólk ella einstakling.
Onkir av teimum, sum eru tilnevnd, hava givið tónleik út í farna ári, meðan onnur hava gjørt meira vart við seg á konsertum kring landið.
Ein av teimum er spennandi bólkurin Boys in a Band, sum kom burtur úr ongum og spældi seg fram á næstfremsta plássið í føroysku útgávuni av tónleikakappingini Global Battle of the Bands. Bólkurin, sum boðar nýggjar tónar í føroyskum rocktónleiki, er úr Eysturoynni, men ljóðið er hvørki serliga mainstream ella serliga alternativt – tað er næstan retro. Bólkurin er framúr góður á palli, og tað er fyrst og fremst har, at hann hevur gjørt vart við seg higartil.
The Story Ends er ein annar føroyskur rockbólkur, sum hevur verið frammi í 2006. Bólkurin hevur verið trý ár á baki, men tað var í fjør, at fólk rættiliga fingu at hoyra bólkin í breiðari samanhangi – á útgávu og til konsertir.
Isadora and The Rebels er eitt annað navn í føroyskum tónleiki, sum alsamt fleiri fólk nikka jaliga til. Við Guðrið Hansen, sum bergtakandi sangara og frontkvinnu, er bólkurin nakað fyri seg í føroyskum tónleiki. Bólkurin hevur havt sannførandi framførslur í 2006, og spennandi verður, um framtíðin fer at bjóða veruliga útgávu við bólkinum.
Búi Dam er høvuðsmaðurin aftanfyri bólkin Budam, sum á konsertum hevur spælt serligan søgutónleik, sum Búi hevur skrivað uppi í andalusisku fjøllunum.
Thor Simonsen fæst við nakað, sum fáir føroyskir tónleikarar veruliga hava brúkt tíð til – nevniliga hip hop tónleik. Thor kom við fløgu í 2006, og tónleikurin var tikin upp á sovikamarinum hjá honum. Talan er um elektroniskan tónleik, sum í føroyskum samanhangi er rættiliga nýskapandi.





Besti nýggi bólkur ella einstaklingur
Boys in a Bandpla nb 1
Budampla nb 2
Isadora and The Rebelspla nb 3
The Story Endspla nb 4
Thor Simonsenpla nb 5
Send til tlf. nr. 1930