Fyrispurningar á tingi
Finnur Helmsdal, tingmaður hjá Tjóðveldisflokkinum hevur sent Óla Holm, landsstýrismanni fleiri skrivliga spurningar um Fróðskaparsetur Føroyar. Spurningarnir eru hesir:
1.Hvørjar eru mannagongdirnar og siðvenjurnar í sambandi við doktaraheiti á Fróðskaparsetrinum?
2.Finst nakar útlendskur stovnur, sum eftirmetir og góðkennir vísindaliga arbeiði Fróðskaparsetursins?
3.Er tað rætt, at Søgu- og samfelagsdeildin er forsømd, er ov illa mannað og tí ikki megnar leiklut sín?
4.Er tað satt, at sáttmáli um vísindaliga arbeiðið í Menas málinum varð undirskrivað av oljufelag og útlendskari ráðgevandi fyritøku, uttan at Fróðskaparsetrið var vitandi um tað?
5.Hvør hevur skrivað ritverkið, sum í dag liggur á borðinum og er úrslitið av Menas verkætlanini?
6.Er tað rætt, at hetta ritverk- ella partar av tí - er á so lágum vísindaligum støði, at tað ikki er borðbart?
7.Um tað verður landsstýrismanninum greitt, at álvarsliga atfinningarsom viðurskifti valda ella fara fram á Fróðskaparsetrinum, hvat ætlar hann so at gera við tað?
Viðmerkingar
Í viðmerkingunum sigur tingmaðurin, tá hann seinastu tíðina beinleiðis eins og óbeinleiðis hevur fingið fleiri ábendingar um, at alt ikki er, sum tað skal vera á Fróðskaparsetrinum, kanska eina mest á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur hann avgjørt at royna at fáa hesi viðurskifti fram í ljósmála. Hann sipar fyrst og fremst til tær, sum hann málber seg, rættiliga óinballaðu ákærurnar mótvegis bæði deild og setri, sum fyrrverandi starvsfólk bar fram í útvarpinum herfyri.
Ákærur um, at vísindaliga støðið á Søgu- og samfelagsdeildini ikki røkkur upp um altjóða minstamarkið. Ákæra um, at sokallað vísindaligt ritverk, tilevnað í navni setursins, langt frá er vísindaliga borðbart uttan neyðturvilig dømi og uppseting av trupulleikum í eftirgjørd vísindalig og hugsað scenario. Sami persónur segði harafturat í ÚF, at sama ritverk er so tilforlátiligt, at sjálvt ein 1. g næmingur hevði klárað tað betur.
Finnur Helmsdal sigur seg harumframt hava fingið ein hóp av rættiliga greiðum ábendingum um nakað tað sama so nógva aðrastaðni frá. Ábendingar, sum sannføra hann um, at hetta er mál, ið hevur almenna viðgerð uppiborna. Ábendingar um, at málið eigur at verða viðgjørt av hægsta politiska myndugleika.
Eingin sáttmáli
Tingmaðurin upplýsir, at kjarnin í hesum máli er eftir øllum at døma viðurskiftini kring eina avtalu millum Fróðskaparsetur Føroya og eina enska ráðgevandi fyritøku Menas. -BP Amoco skal eisini vera partur í málinum, tí tað eru teir, sum fíggja avtaluna. Avtalan snúði seg í stuttum um, at vísindalig lýsing av ymsum føroyskum viðurskiftum skuldi tilevnast í navni setursins. Og skiltu okkara fólk tað soleiðis, at arbeiðið eisini skuldi útinnast av føroyskum vísindafólki. Frá byrjan kendu føroysku vísindafólkini seg ørkymlað, høvdu eina kenslu av, at tey vóru sum slept upp á fjall. Arbeiðið var óskipað, kunningin lítil og eingin. Og hóast sáttmáli altíð verður skrivaður í sambandi við slíkar avtalur, kom ongantíð skil á hetta verður sagt í viðmerkingunum og tingmaðurin heldur fram:
-Síðan hava vit frætt, at sáttmáli er undirskrivaður. Men at hann er undirskrivaður av BP og ráðgevandi fyritøkuni Menas, uttan at Fróðskaparsetrið visti av ella varð spurt. Vit hava frætt, at leiðslan á setrinum varð varug við hetta, men gjørdi einki við tað. Tvs. at leiðslan læt sær lynda, at ein ráðgevandi fyritøka og eitt oljufelag skriva undir sáttmála sínámillum um vísindaligt arbeiði, sum føroysk vísindafólk skulu útinna. Er hald í hesum, hava vit ikki bara staðfest, at ein av røttum kann ivast í, hvør stýrir vísindaliga arbeiðinum í Føroyum. Vit hava somuleiðis staðfest, at leiðsla setursins hevur sera lítla virðing fyri Søgu- og samfelagsdeildini, fyri søguligari- og samfelagsligari gransking. Og tí spyr ein seg sjálvan og landsstýrismannin, um leiðslan á Fróðskaparsetrinum hevur so lítla virðing fyri Søgu- og samfelagsdeildini, at hon letur hana upp fyri skutil aftur fyri nakrar silvurdálar frá tilvildarligari útlendskari ráðgevandi fyritøku. Ella kann tað hugsast, at Søgu- og samfelagsdeildin er forsømd, at har ikki er nóg nógv skikkað fólk, og at hon tí ikki megnar sín leiklut. Er Menas málið kanska ein avleiðing av tí? Og er tað nakar stovnur uttan fyri Føroyar, sum eftirmetir og góðkennir tað vísindaliga arbeiði, ið gjørt verður á Fróðskaparsetrinum ella í samstarvi við stovnin? Vert er eisini at vita, hvørjar mannagongdirnar og siðvenjurnar eru í sambandi við t.d. doktaraheiti. Eru øll hesi viðurskiftini ikki í lagi, er vísindaliga arbeiði okkara bara lótir og kann ikki kallast gransking. Víðari kann ein so spyrja landsstýrismannin, um vísindaliga perspektivið hjá samgonguni ikki er hægri og røkkur longur enn so.
Finnur Helmsdal sigur seg víðari í viðmerkingunum hava frætt, at fíggjarligi ruðuleikin, sum hevur merkt verkætlanararbeiðið, er orsøk til, at eitt av vísindafólkunum nú hevur stevnt Fróðskaparsetrinum eftir fittari upphædd, sum viðkomandi sigur seg eiga til góðar fyri útint verkætlanararbeiði.
At enda leggur tingmaðurin stóran dent á týdningin, sum hann heldur gransking og vísindaligt arbeiði hevur fyri Føroyar. -Er tað nakað føroyska samfelagið hevur stóran tørv á, so er tað skikkað vísindaligt arbeiði, skikkaðari gransking. Innan øll samfelagsins viðurskifti. Vit ætla okkum at standa á egnum beinum, vit ætla at skipa samfelagið eftir egnum leisti. Í hesum sambandi eiga vit at minnast, at vitanin um okkara samfelag er avgerandi fyri, at rættar politiskar avgerðir verða tiknar. Sum sjálvstøðug tjóð koma vit í manga hólmgongu við aðrar tjóðir. Tað kann snúgva seg um ymisk rættindi, um sáttmálasamráðingar ella ?trætur. Í hesum viðurskiftum er tað galdandi, at tann, sum hevur mest stringentu vísindaligu grundgevingarnar, hann vinnur sum oftast.
Til tess at fáa greiði á ikki bara Menas málinum, men eisini øðrum viðurskiftum á Fróðskaparsetrinum, setir tingmaðurin landsstýrismanninum omanfyri nevndu spurningar.