Fróðskaparsetrið harmast um óbeinleiðis skuldsetingar

Fróðskaparsetur Føroya sigur í tíðindaskrivi, at harmast verður um tær óbeinleiðis skuldsetingar og tað misálit, sum løgtingslimurin fyri Tjóðveldisflokkin, Finnur Helmsdal hevur lagt fram í fyrispurningi til Óla Holm landsstýrismann. Hesar óbeinleiðis skuldsetingar snúgva seg um virksemið á Fróðskaparsetrinum.

Fróðskaparsetrið


Millum annað vil Finnur Helmsdal vita, um tað er nakar útlendskur stovnur, sum góðkennir og eftirmetir vísundaliga arbeiðið á setrinum. Eisini vil hann í sambandið við Menas frágreiðingina vita, um tað er rætt, at henda frágreiðingin ella partar av henni eru á so lágum vísindaligum støði, at hetta ikki er borðbart. Fyrispurningarnir vóru sjey í tali, og settu teir allir spurnartekin við virksemið á Setrinum. Hetta harmast Fróðskaparsetrið um, og sagt verður soleiðis í tíðindaskrivi:
? Nú tingið hevur samtykt, at landsstýrismaðurin skal svara fyrispurninginum, væntar Fróðskaparsetrið at verða biðið um at geva frágreiðing í málinum, sum vit altíð eru til reiðar til.
Frágreiðingin "Study of the Impact of the Developement of Hydrocarbon Resources on the Faroe Islands" hevur verið viðgjørd í fjølmiðlunum fyrr. Enn sum áður galdani, at frágreiðingin er ikki almannakunngjørd, og tískil er enn ikki møguligt at meta um dygdina í henni. Einastu, sum hava møguleika at úttala seg um hana, eru tey, sum vóru við í arbeiðinum. Tað tey hava sagt fer framvegis at standa fyri teirra egnu rokning.
Frágreiðingin varð ætlað at vera ein forkanning, sum skuldi siga nakað um, hvørjar kanningar seinni kundu gerast í eini størri verkætlan.
Fróðskaparsetri frøist um, at løgtingið og limir tess vísa arbeiðinum á setrinum ans.
? Løgtingsllimir eru altíð vælkomnir at vitja á Fróðskaparsetrinum fyri at kunna seg um arbeiðið ella á annan hátt seta seg í samband við Fróðskaparsetrið fyri at fáa fleiri og nágreiniligari upplýsingar um vísundaliga arbeiðið og undirvísingina á stovninum, sigur Fróðskaparsetur Føroya at enda í tíðindaskrivi.

Myndatekstur: Finnur Helmsdal setur í fyrispurningi til Óla Holm, landstýrismann í undirvísingar-og mentanarmálum spurnartekin við virksemið hjá Fróðskaparsetur Føroya