Fróðskaparsetrið fær professara við drúgvum royndum

Hann er viðurkendur altjóða granskari

Bjørn Kunoy tekur nú við sum adjungeraður professari, sum tað eitur, í altjóða lóg á Fróðskaparsetrinum.

Tað er eftir tilmæli frá eini akademiskari metingarnevnd, at leiðslan á Fróðskaparsetri Føroya hevur tilnevnt Bjørn Kunoy adjungeraðan professara í altjóða lóg á Fróðskaparsetrinum.

Í metingarnevndini sótu James Crawford, dómari við altjóða dómstólin í Haag, Mathias Forteau, professari við Université Paris-Nanterre, og Alain Pellet, professari emeritus, Université Paris-Nanterre.

Bjørn Kunoy er 44 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn, og er doktari í almennari lóg frá Université Paris-Nanterre í París frá 2013.

– Bjørn Kunoy er ein altjóða viðurkendur granskari í altjóða lóg við serligum atliti til landgruns- og marknaspurningar, og hann hevur skrivað fleiri enn 30 greinar í viðurkendu tíðarritum, sigur Fróðskaparsetrið í eini fráboðan í dag.

Umframt at hava verið ráðgevari hjá landsstýrinum í altjóðarættarligum spurningum í meira enn 10 ár, hevur Bjørn eisini verið samráðingarleiðari fyri danska ríkið í marknamálum um landgrunn Føroya. Hann hevði leiðsluna í altjóðarættarmálum ímillum Føroyar og ES, og í fleiri førum hevur Bjørn ráðgivið fremmandum stjórnum í altjóðarættarligum marknaspurningum.

Seinast varð hann ráðgevari fyri uttanríkisráðið í Kili.

Bjørn Kunoy tekur við starvinum sum adjungeraður professari frá 1. oktober.