Nýggju út av tíggju lesandi venda aftur til Føroya eftir lokna útbúgving, um tey hava tikið grund útbúgving á Setrinum. Tað vísur ein nýggj kanning, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur gjørt fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Kanningin vísur, at heili 82 prosent av teimum, sum hava nomið sær útbúgving á Setrinum, eru sera væl nøgd við útbúgvingina.
Eisini vísur kanningina, at 90 prosent av teimum, sum eru byrjaði við útbúgvingina á Setrinum, og síðani eru farin uttanlands í lestrarørindum, koma aftur til Føroya, eftir lokna útbúgving.
Fróðskaparsetrið útbúgvir leiðarar
Kanningin vísur, at 57 prosent av teimum, sum hava tikið útbúgving á Setrinum frá 1999 ? 2009 starvast hjá tí almenna. Meira enn 20 prosent av teimum, sum hava nomið sær útbúgving á Setrinum starvast sum leiðarar ella millum-leiðarar. Sostatt staðfestir kanningin, at Setrið er við til at útbúgva fólk til leiðarastørv í Føroyum.
14 prosent starvast sum granskarar.