Fróðskaparsetrið er komið heim

Í dag var almenn móttøka í Sjóvinnuhúsinum í sambandi við at Fróðskaparsetur Føroya er flutt út á Vestaru bryggju.

 

Fimm røður vóru hildnar í nýggju auluni og síðani høvdu fólk høvi at síggja tvær av teimum trimum hæddunum, sum Fróðskaparsetur Føroya varðar av í Sjóvinnuhúsinum.

 

Fróðskaparsetur Føroya húsast á 3.300 fermetrum í Sjóvinnuhúsinum. Har er pláss til 164 næmingar og 45 skrivstovupláss. Tað eru náttúruvísindadeildin og Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, sum eru í Sjóvinnuhúsinum.

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Annika Olsen, borgarstjóri, Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Ewald Kjølbro, landsverksfrøðingur og Ólavur Ellefsen, stýrisformaður fyri Fróðskaparsetur Føroya, hildu røðu.

 

Rigmor Dam gleddist um, at Fróðskaparsetrið nú endiliga hevði fingið eitt heim, men vísti á, at hetta kortini einans var fyrsta stig á vegnum til at tryggja eitt gott og sterkt universitet í Føroyum.

- Ein av okkara fremstu avbjóðingur er at skapa einar yngri Føroyar, har ung kunnu trívast. Vit ynskja tí at skapa eitt campus, sum dregur fólk heim og har ung kenna seg heima, segði hon og vónaði, at innan 10 ár er eitt campus klárt í høvuðsstaðnum.

 

Annika Olsen fegnaðist serliga um, at Setrið nú kann húsast saman við bæði Íverksetarahúsinum og Filmshúsinum í Sjóvinnuhúsinum.

- Á hendan hátt knýta vit vinnu, vitan og íverksetan saman og vóna, at eitt pluss eitt gevur meiri enn tvey, segði hon.

 

Sigurð í Jákupsstovu, rektari, helt fram eftir sama leisti.

- Vinnan hevur tørv á íverksetan og nýggjari vitan. Heimurin hevur tørv á vitan til at bróta upp úr nýggjum. Vinnan og vitan saman skapa virksemi og íverksetan, segði hann.

 

Ólavur Ellefsen vísti á, at kanningar vísa, at hægri íløgur í universitet føra til vøkstur í - bruttotjóðarúrtøkuni

- Men, segði hann, skal fullgott gagn fáast burtur úr íløguni, má virksemi savnast. Tað er ikki gott við spjaðing. Tí vóna vit í framtíðini at síggja eitt lestrarumhvørvi, sum strekkir seg líka frá Eirargarði, umvegis gamla Læraraskúlan á Frælsinum, oman á Debesartrøð og víðari oman higar á Vestaru Bryggju, segði hann.