Fróðskaparfelagið heiðrar Hjálmar Hátún

Hjálmar Hátun fekk herðaklapp á aðalfundinum hjá Fróðskaparfelag Føroya um vikuskifti fyri vælgjørt granskingararbeiði

Fróðskaparfelag Føroya hevði um vikuskiftið árliga aðalfundin.

Sum eittt nýtt tiltak í felagum varð fyri fyrstu ferð givið herðaklapp til ein ungan granskara fyri vælgjørt granskingararbeiði. Herðaklappið varð givið Hjálmari Hátún, granskara á Havstovuni, ið samstundis er knýttur at Nansen Sentrinum í Bergen.

Til at meta um hvør skuldi hava heiðurin frá Fróðskaparfelagnum, varð sett ein nevnd, við Anniku Sølvará, Beintu í Jákupsstovu og Boga Hansen. Metingarnevndin gjørdi greitt at Hjálmar Hátún skuldi hava Herðaklappið 2009, millum annað við hesi grundgeving:

»Hansara gransking hevur vakt stóran ans uttanlands; men er samstundis innan eitt øki, sum hevur ógvuliga stóran týdning fyri Føroyar, nevniliga grundarlagið undir teimum stóru pelagisku fiskastovnunum, sum ferðast fram við okkum.«

Við heiðursbrævinum fylgdi ein peningagáva á 25.000 krónur, sum Hjalti í Jákupsstovu tók ímóti.

Aðalfundurin takkaði fráfarandi forkvinnu Annu Maria Fosaa, stjóra á Náttúrugripsavninum, Elin Súsannu Jacobsen, lektara á Søgudeildini hjá Fróðskaparsetur Føroya, og Turið Sigurðardóttir, professara á Føroyamálsdeildini fyri gott avrik í 2009.

Nevndin hevur skipað fyri sera væleyðnaðum tiltøkum í sambandi við, at tað eru 200 ár eru síðani at Charles Darwin varð borin í heim og 150 ár síðani at slóðbrótandi verkið »The Origin of Species« kom út. Hesi tiltøkini hava verið skipað í samstarvi við Lívfrøðingafelag Føroya og Føroya Náttúrugripasavn, og nógv fólk hava lurtað eftir fyrilestrunum, sum hava verið hildnir í tí sambandinum.

Nevndin, sum skal virka í komandi ári eru sostatt: Helgi Michelsen, kassameistari, og William Simonsen, umframt tríggir nýggir limir, sum vórðu valdir inn í nevndina, Firouz Gaini, næstformaður, Kristin Magnussen, skrivari og til nýggja forkvinnu varð vald Maria Dam, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.