Nú er skjótt eitt ár ligið síðani Frískúlin Keldan byrjaði. Og nú verða fyrireikingar gjørdar at taka ímóti næstu næmingunum.
Frískúlin byrjaði í fjør við einum forskúla flokki og einum fyrsta flokki, og til komandi skúlaár verður tikið ímóti einum nýggjum forskúlaflokki.
Í tí sambandi skipar skúlin fyri einum kunnandi fundi í Kelduni nú týskvøldið, har møguleiki eisini verður at tilmelda børn til forskúlan. Á fundinum verður m.a. greitt frá, hví tey velja at hava forskúla og hvussu dagligdagurin verður skipaður.
Forskúlin og 1. flokkur hava eisini nakrar felagstímar, umframt at tey eru saman til verkstaðarundirvísing.
- Vit leggja stóran dent á eina góða innskúling í einum forskúla, sum skal fyrireika børnini at fara í skúla, sigur Jastrid Høj, skúlaleiðari. Hetta verður gjørt við at uppbyggja eitt gott sjálvsvirði, sum gevur tryggleika og rúm fyri læring.
Frískúlin Keldan heldur til í samkomubygninginum hjá Kelduni í Skálafirði.









