Orsøkina sigur hon vera, at Frískúlin er við til at gera skilnað millum føroysk skúlabørn, av tí at vit frískúla-foreldur ”helst” hava serliga høgar útbúgvingar og sita í góðum størvum, og at her tískil ”uttan iva er talan um børn, sum eru væl svøvnt, eru væl ílatin og hava góðar matpakkar við”, sum skrivað stendur. Vandi skal nú vera fyri, at vit fáa ”Frískúlar til tey klóku og ríku” og ”Fólkaskúlan til tey býttu og fátæku”.
Hesi uppáhald og óttar hjá Rannveig eru ikki bygd á ítøkiliga vitan ella rannsóknir, men tíverri bert á onkran abstraktan fordóm ella kanska royndir úr ávísum londum, eitt nú Bretlandi, har verulig ríkfólk venda almennu skúlunum bakið. Fordómar og vantandi rannsóknir eru ongantíð eitt gott grundarlag undir einum orðaskifti. M.a. hetta lærir okkara skúli børn okkara. Vónandi ger tann fólkaskúlin, Rannveig kennir, tað sama.
Tað krevur ikki drúgvar rannsóknir til tess at staðfesta, at vit foreldur at børnunum í Frískúlanum endurspegla eina meðal samanseting av samfelagnum eins væl og aðrir foreldrabólkar í kommununi. Skúli okkara er ikki fyri tey múgvandi og ikki fyri serlig elitubørn. Vit hava eisini næmingar við serligum tørvi, men eru tó ikki ein serskúli. Í okkara høpi er eingin ”bara” vanligur fiskimaður ella ”bara” nakað sum helst annað. Sum skúlagenta á Frískúlanum hevði Rannveig tí ikki havt fyri neyðini at verið ”foy” av pápa sínum. Eins og synir og døtur hjá ”vanligum” fólkum kunnu ganga í skúla saman við einum komandi løgmanni í Rannveigsa fólkaskúla, kann eisini henda, at onkur av okkara næmingum einaferð gerst løgmaður. Kanska dóttir timburmansins ella sonur maskinmeistarans.
Tað er rætt, at vit foreldur at børnunum í Frískúlanum eru ”sera engagerað í skúlanum”, sum Rannveig tekur til. Men tað kemst av øðrum ávum enn okkara próvtøkum og lønarkontum. Hjá mær stendst eldhugin av góðari kunning og samskifti millum skúla og heim. Hann kemst av at síggja okkara sjey-átta ára gomlu børn fara glað í skúla hvønn morgun – og koma glað heimaftur hvønn seinnapart. Hann stavar frá at síggja tey longu fyrsta árið skriva sínar egnu bøkur sum ískoyti til týdningarmiklar littererar perlur sum ”Ása sá á – sá Ása á”. Av at síggja tey gera sínar egnu rannsóknir innan alt møguligt frá mannakroppinum til víkingaøldina. At hoyra tey skipa Regin smið og Sigmundskvæði yngra, hóast tey ikki eru fødd fyrr enn eftir aldarskiftið. At hoyra tey spæla ymisk ljóðføri eftir fáum mánaðum ella uppliva, at tey ótarnað reisa seg í størri samkomum og uttan himpr ella undirlutakenslu leggja okkurt fram. Sum foreldur gerast vit eldhugað av at síggja, hvussu stóra orku okkara lærarar leggja í royndirnar at vegleiða og menna okkara størsta ríkidømi. Ella stutt sagt – at fáa so stóran part av teirra enn óspiltu ressursum at blóma.
Eg veit ikki, um brævið hjá Rannveig skal lesast soleiðis, at fólkaskúla-foreldur ikki hava sama eldhugan og tí senda illa svøvnt, illa ílatin og svong børn í skúla. Um so er, so má mugu bæði foreldrini og Fólkaskúlin gera okkurt við trupulleikan. Allar nýggjar kanningar vísa á týdningin av tøttum samstarvi millum foreldur og skúla.
Rannveig er bangin fyri, at frískúlar elva til skilnað millum tey føroysku børnini. Nú er spurningurin um gott og ilt í sambandi við skilnað millum menniskju mest av øllum ein ideologiskur spurningur. Summi halda tað vera sjálva kelduna til allan kreativitet og framburð – onnur halda tað vera gressiligt. Fyri mína egnu persónligu rokning kann eg siga, at tað at geva øllum børnum somu frálæru á sama hátt og í senn, er júst at gera stóran skilnað teirra millum. Øll børn eru ymisk, og menningarstig teirra misjøvn, hóast tey sambært kalendaranum eru í sama aldri. Tey hava tí á ongan hátt møguleika fyri at taka móti eini felags undirvísing á jøvnum føti. Einasti háttur at geva øllum sama møguleika – og tískil IKKI gera skilnað teirra millum - er at vegleiða næmingarnar hvønn sær í samsvari við tørv, áhuga og menningarstig teirra. Ein skúli, sum ikki ger tað, skapar júst skilnað millum fólk – frá barnsbeini av og mangan restina av lívinum.
Tá Rannveig eisini rør fram undir, at frískúlar sum okkara kunnu máa støðið undan samhaldsfesti, sosialum medviti og tolsemi, sum Fólkaskúlin sambært henni er garanturin fyri, loyvi eg mær at hvessa pennin eitt sindur.
Lat meg ikki skera allar fólkaskúlar yvir ein kamb. Men sosialt medvit og tolsemi er ikki tað fyrsta, summir av mínum kenningum halda um tann partin av fólkaskúlanum, sum teir siga seg kenna. Hvørki millum lærarar og næmingar, næmingar innanhýsis ella millum skúla og heim. Í summum førum ikki so frægt sum innahýsis millum lærararnar. Teir nevna enntá fyri mær, at summi skelda, onnur tosa niðrandi, meðan upp aftur onnur happa. Kanska – og vónandi – fara teir skeivir.
Lítli skúli okkara hevur hesar fáu mánaðirnar, hann hevur verið til, verið hart raktur av nógvari og álvarsamari sjúku, deyða og øðrum álvarsomum trupulleikum. Tað samhaldsfestið og tann umsorganin, sum hevur rátt okkara millum, hevði valla verið størri, vóru vit ein traditionellur fólkaskúli. Hetta, hóast vit eru fullkomiliga ymisk í skinni og sinni, viðvíkjandi útbúgving og á einhvønn annan hátt.
Eg lesi brævið frá Rannveig sum eitt neyðarróp frá einum medvitandi og engageraðum persóni, sum er frustreraður av viðurskiftunum í Fólkaskúlanum. Eg kann ikki annað enn mæla politikkarunum til at lurta eftir hennara bøn um at fáa bøtt um viðurskiftini í almenna barnaskúlanum. Samstundis fari eg tó eisini at mæla lærarum og øðrum skúlafólki eins væl og foreldrum til ikki bert at seta sítt álit á politikkararnar. Teir broyta valla skúlan til tað betra. Nýskapanin á skúlunum má fyrst og fremst koma frá foreldrunum og skúlafólkunum.
Her kunnu vit hjálpa hvørjum øðrum. Frískúlin hevur at kalla hvørja viku vitjan av fólkaskúlalærarum, pedagogum, læraralesandi, pedagoglesandi og øðrum skúlaáhugaðum pílagrímum. Soleiðis kann okkara skúli geva teimum íblástur, eins og tey kunnu geva okkum íblástur. Hetta nevnist menning.