Frá skógarbrúki til Nokia

Finnland er óivað millum tey lond, sum hevur havt størst framburð síðstu árini.

Veturin er langur í Finnlandi, og hevur tað gjøgnum tíðinnar verið torført hjá finnum at útvega sær eitt livibreyð. Strongu náttúruviðurskiftini, ein stórur tørvur á orkukeldum, stóru frástøðurnar, og tunna íbúgvaratalið í mun til støddina av landinum, hava gjørt liviumstøðurnar torførar hjá finnum. Nógv tann størsta inntøkukeldan hevur gjøgnum søguna verið skógarbrúki. Her fáa finnar til vega skipstimbur, og aðrar sagverksvørur. Í dag er Finnland eitt av heimsins førandi londum, tá tað kemur til at flyta út pappír og kartong. Skógarídnaðurin er í dag umleið ein triðingur av útflutningi Finnlands.

 

Metalídnaður og samskifti

 

Metalídnaðurin eigur 40% av finska útflutninginum. Finnland er heimskent fyri framleiðsluna av ísbrótarum, tangaskipum, og stuttleikaskipum í fremsta marglætis-flokkinum. Seinnu árini er metalídnaðurin blivin meiri fjølbroyttur. Kenda fyritøkan Kone er tiltikin fyri sínar elevatorar, og aðrar hydrauliskar framleiðslur.

Tað er tó innan samskiftistøknina, at Finnland hevur sligið sítt navn fast í heimssamfelagnum síðstu árini. Og sigur tú: Finnland, so mást tú eisini siga: Nokia. Í árinum 2000 seldi Nokia – haldið tykkum føst – 128 miljónir telefonir! Haraftrat er fyritøkan millum heimsins fremstu tá tað kemur til telesamskiftis-netverk og fjølmiðla-terminalar. Framleiðslurnar hjá Nokia verða seldar í næstan øllum heimsins londum.

 

Væl útbúnir

 

Útbúgvingarstøðið í Finnlandi er óvanliga høgt. 13% av fólkinum hevur prógv frá lærdum háskúla, ella aðra høga útbúgving. Rættuliga stórur partur av fólkinum hevur eisini eina miðalhøga útbúgving. Skúlin verður raðfestur høgt í Finnlandi. Tað vísti úrslitið av PISA-kanningini eisini, har Finnland gjørdist nr. 1. Tað eru gott og væl eingir analfabetar í Finnlandi. Fólkaskúlin verður nevndir Grundskúlin. Tey fyrstu 6 árini leggja grundina við grundfakunum at lesa, skriva, rokna. Men longu tíðliga læra næmingarnir enskt. Sjeynda, áttanda og níggjunda árið eru tann sonevndi Yvirbygningurin. Her velja fleiri finskir næmingar eitt fremmandamál aftrat, serliga eru tað týskt og franskt, sum eru væl umtókt. Útbúgvingarstøðini aftaná Grundskúlan nevnast Miðalhøgar Útbúgvingar. Her er talan um tveir valmøguleikar: Studentaskúlar og Vinnuskúlar. Runt Finnland eru tað fleiri skúlar, sum fyrireika næmingarnar til tað altjóða studentaprógvið, IB. 60% av studentunum, sum verða klaktir, eru kvinnur.

 

------------

 

 

 

Fakta um Finnland:

 

Øki: 338.145 ferkilometrar

Íbúgvaratal: 5,2 miljónir

Statsformur: Lýðveldi

Almenn mál: Finskt og svenskt

Átrúnaður: Protestantar og ortodoksir

Høvuðstaður: Helsinki

Størsta vatnið: Stóra Saimaa, 4.400 ferkilometrar

Størsta áin: Kemi-áin, 552 km

Kendar fyritøkur: Nokia, Fazer, Fiskars, Kone og Wärtsilä

 

------

 

 

 

 

Forsetar hjá Finnlandi :

 

 

K.J. Ståhlberg 1919-1925

 

L. Kr. Relander 1925-1931

 

P.E. Svinhufvud 1931-1937

 

Kyösti Kallio 1937-1940

 

Risto Ryti 1940-1944

 

C.G.E. Mannerheim 1944-1946

 

J.K. Paasikivi 1946-1956

 

Urho Kekkonen 1956-1982

 

Mauno Koivisto 1982-1994

 

Martti Ahtisaari 1994-2000

 

Tarja Halonen 2000-

 

-------------

Rás2 í morgin

 

Serlig sending verður um »Finnland í 90 ár« á Rás2 fyrrapartin hósdagin.