Frísk frukt og fitness til Al Gore

Brúðarsvitan á Hotel Føroyum stendur klár við frískum freistingum og fitnesstóli til fyrrverandi varaforsetan

Um fáar tímar lendir flogfarið við Al Gore vesturi í Vágum, og allar fyrireikingar eru um at vera komnar undir land. Uppi á Hotel Føroyum er songin í brúðarsvituni uppreidd, og serligu ynskini frá Al Gore uppfylt.

Tí fyrrverandi amerikanski varaforsetin hevur sjálvandi, sum ein verulig stjørna, nøkur serlig ynski, nú hann vitjar kavakløddu klettarnar í norðuri. Og tað verður hvørki toskur ella Føroya Bjór sum freistar kræsna góman. Hann hevur nevniliga ynskt útlendskar vørur, so sum fríska frukt, ost og reyðvín sett fram, umframt eina serliga venjingarmaskinu, ein sonevndan cross trainer, frá Yndi Fitness.

Starvsliðið hjá Gore gistir eisini á hotellinum, og tað sama ger agenturin, sum er svii.

Al Gore hevur sjálvandi eisini sett ávísar treytir til bilin, sum hann skal koyra runt í. Og tað verður ikki ein av hesum stóru dálkandi fýrahjulstrektu jeepunum, sum hjá Clinton. Harafturímóti stendur ein Lexus, sum ikki brennur ov nógv, klárur til umhvørvisprædikantin.