Búskaparráðið hevur sagt tað so mangan fyrr, men sum oftast hava politiskir meirilutar lurtað við einum hálvum oyra, tí teir tóku ikki undir við, at fiskurin í havinum skuldi seljast á almennum uppboði. Meðan Fólkaflokkurin var í Tinganesi, kom hetta ikki upp á tal, og so hjálpti lítið, um Javnaðarflokkurin og partar av Sambandsflokkinum vildu nakað annað. Men síðan Fólkaflokkurin fór úr landsstýrinum, eru 20.000 tons av makreli seld á uppboði fyri 72 mió. kr. Hetta gjørdist møguligt, tí Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn gjørdu semju um, hvussu makrelurin í ár skuldi útlutast.
Mitt í hesi politisku broytingartíð hevur Búskaparráðið lagt fram enn eina frágreiðing, sum umrøður tilfeingisumsitingina og konjukturgongdina í samfelagnum. Nú tosar Búskaparráðið neyvan fyri deyvum oyrum, tá ráðið sigur, at brúksrætturin til fiskin í havinum eigur at verða seldur á almennum uppboði heldur enn umsitin politiskt. Fiskivinnan skal hava støðugar karmar og lóggávu at virka undir. Hetta mál kann einans røkkast við eini skipan, sum verður fatað sum rættvís og gagnlig fyri lønsemið í vinnuni, sigur Búskaparráðið.
»Útlitini fyri varandi undirtøku undir verandi skipan eru ivasom. Tí verða ávísar broytingar neyðugar, skal vinnan hava støðugar karmar og lóggávu at virka undir,« slær Búskaparráðið fast.
Gruggut og óskipað
Fiskirættindini í verandi skipan eru longu handilsvøra, tí tey eru umsetilig. Rættindini verða keypt og seld á einum marknaði fyri víðarisølu, sum er óskipaður og gruggaður av, at veiðiloyvi eru knýtt at ávísum fiskiførum, sigur Búskaparráðið. Tá fiskifør skifta eigara, er vanligt, at fiskifør verða seld fyri fleiri ferðir virðið á sjálvum skipinum. Tey, ið fara undir nýtt virksemi í fiskivinnuni ella vilja økja um sítt virksemi, rinda tí longu nú fyri rættin at fiska. Varð alt selt um uppboðssølu, hevði marknaðurin verið gjøgnumskygdur, og virðið á rættindunum hevði verið nógv greiðari.
Búskaparráðið mælir til at broyta loyvisskipanina so líðandi í eini skiftistíð á fimm ár, so feløg í fiskivinnuni fáa møguleika at laga seg til nýggju skipanina. Øll fiskirættindi verða eftir verandi lóg um vinnuligan fiskiskap sett úr gildi í 2018, og ráðið heldur, at landið tá kundi endurnýggjað meginpartin av fiskirættindunum árliga, samstundis sum landið eigur at selja ein vaksandi part av fiskirættindunum á uppboði. Ein lagalig skiftistíð, sum er løgd væl til rættis frammanundan, verður neyðug, tí broytingarnar eru helst ov stórar at fremja í einum, sigur ráðið.
Búskaparráðið nevnir sum dømi, at landið kann selja 20 prosent av fiskirættindunum á uppboði fyrsta árið í skiftistíðini, meðan loyvishavarar so varðveita 80 prosent av rættindunum. Næsta árið skulu so seljast 40 prosent, meðan loyvishavararnir varðveita 60 prosent o.s.fr. Eftir hesum leisti hevði nýggja skipanin verið sett í verk eftir fimm árum. Og ráðið hugsar sær eisini, hvussu sleppast kann undan at avlaga kappingina í vinnuni í skiftistíðini. Tilfeingisgjald skal leggjast á tey rættindi, ið verða útlutað á sama hátt sum eftir verandi leisti.
»Arbeiðið at fyrireika lóggávu og leggja skiftistíð til rættis eigur at byrja sum skjótast, so landsstýrið kann boða frá í góðari tíð, hvussu loyvisskipanin verður broytt, og hvussu skiftistíðin verður løgd til rættis,« sigur Búskaparráðið.
Treytir skulu setast
Ráðið hugsar sær eisini, hvussu uppboðssølan nágreiniliga skal skipast. Fyri at tryggja sum mest av kapping kann uppboðssølan vera ónavngivin. Upplýsingar um boð, keyparar, søluprísir og annað tílíkt kunnu gerast almennar eftir sølurnar. Hesin leistur varð nýttur, tá makrelurin varð seldur fyrr í ár. Til ber eisini at áseta, at gjaldið fyri rættindini fellur til gjaldingar, tá skip avreiða, heldur enn fyri fiskiskap. Á hendan hátt fáa feløg, sum eru væl fyri fíggjarliga, minni fyrimun enn feløg, sum ikki eru so væl fyri.
Tá tey 20.000 tonsini av makreli vórðu seld á uppboði í summar, varð nógv tosað um, at eitt einstakt felag keypti næstan alt. Ein skipan má setast í verk, sum forðar fyri hesum, tá brúksrættindini verða seld á uppboði, heldur Búskaparráðið. Krøv skulu setast um at spjaða fiskirættindini, og hámark skal setast fyri, hvussu nógv fiskirættindi einstøk feløg kunnu ogna sær. Eitt annað amboð at regulera hesi viðurskifti er kappingarlóggávan, sum kann tryggja, at sum mest av kapping verður í skipanini.
Neyðugt verður eisini at taka støðu til, hvørjar treytir kunnu setast feløgum, ið fáa loyvi at bjóða upp fiskirættindini, heldur ráðið. Treytirnar kunnu gerast, at tann, sum bjóðar, eigur føroyskt skrásett fiskifar, sum lýkur neyðugu skipaeftirlitiskrøvini. Til ber eisini at seta treytir um føroyska manning og føroyskar sáttmálar á skipunum, og treytir kunnu verða settar um, at feløgini, ið keypa, eru skrásett og rinda skatt í Føroyum. Politiskt kunnu krøv eisini setast um, at ein ávísur partur av partapeninginum er føroyskur, sigur Búskaparráðið.
»Tað ber til at fáa lønsemi í fiskivinnuna, og samfelagið kann fáa munandi meira burtur úr tilfeinginum. Hetta krevur broytingar. Øll veiðirøttindi eiga at verða seld á uppboði,« er høvuðsboðskapurin hjá ráðnum hesaferð.