Tveir ungir spælarar, sum hava gjørt vart við seg í 1. deild hjá kvinnum og í Formuladeildini, vórðu í kvøld heiðrað í Miðlahúsinum.
Fríðrun Danielsen úr Skála og Róaldur Jakobsen úr B36 vórðu vald til ársins stjørnuskot í farnu fótbóltskapping.
- Eg eri glaður fyri hendan heiðurin, og eg má takka venjarunum hjá mær, tí tað vóru teir, sum góvu mær kjansin. Høvdu teir ikki sett meg á liðið, so hevði eg ikki verið komin so langt, sigur Róaldur Jakobsen.