Fríðrikur Bláhamar 40 ár

Í dag skal hann giftast, og týsdagin 27. september fyllir hann 40 ár. Talan er um stjóran á dekkfyritøkuni Super Dekk í Havn, Fríðrik Bláhamar.

Fríðrikur, sum tey fyrstu 11 árini av lívi sínum búði í Vestmanna, er so at siga uppvaksin við dekkum. Pápin stovnaði dekkfyritøkuna Super Dekk Service fyrst í 70-unum, og Fríðrikur hevur arbeitt við dekkum stóran part av lívinum.

Í 1982 gekk hann á háskúla í Havn, og á Føroya Handilsskúla í 1984. Hann koyrdi lastbil eitt tíðarskeið og lærdi til bilmekanikara hjá Ivan Johansen Bilum frá 1984 til 1989. Eftir at hava koyrt býbuss í góð tvey ár byrjaði hann í føstum starvi á Super Dekk Service í 1991.

Í 1995 yvirtók hann fyritøkuna og gjørdi eitt nýtt felag, Sp/f Super Dekk.
Hann gongur upp í fyritøkuna við lív og sál og leggur seg ofta út í orðaskiftið í fjølmiðlunum, tá tað snýr seg um vetrardekk, summardekk ella mynsturdýpdina á dekkum.

Hann er eisini eitt náttúrumenniskja, og hann gongur nógv í haganum, bæði einsamallur og saman við øðrum.

Fríðrikur er elstur av teimum trimum børnunum hjá Tórhardu, f. Ejdesgaard, og Sámal Bláhamar í Havn. Hini systkini eru Brynhild og Regin.

Í dag, leygardagin 24. september, giftist Fríðrikur við Jacquelinu Nielsen, dóttir Jonnu og Niels Jacob Nielsen á Strondum. Fríðrikur og Jacquelina hittust fyrstu ferð, tá tey gingu á háskúla saman fyri meira enn 20 árum síðan. Tey eiga børnini: Sámal, Jonnu og Teresu. Fríðrikur eigur eisini sonin Karl Marius.