HONDBÓLTUR
Talan var um eina gallaveitslu í rætta stílinum, har tey ungu vóru pyntað og uppsnollað, og veitslan fyri spælararnar í deildunum gentur 17 og dreingir 17, sum H71 aftur í ár hevði tikið stig til, stóð lítið aftan fyri tað, vaksnu hondbóltsspælararnir eru vanir við, tá kappingarárið er at enda komið.
Forkvinnan í H71, Sunneva Jakobsen, bjóðaði øllum vælkomin, og so segði Anya Midjord frá Hondbóltssambandinum eisini nøkur orð. Eitt av innsløgunum, teimum ungu dámdi væl, var Finnur Jensen, sum við gittara og sangi undirhelt veitslugestunum.
Tá maturin frá Hvonn var fingin niðurum, var tíðin kom til spennandi løtuna, tá tey bestu hetta kappingarárið skuldu heiðrast. Sum rosinan í pylsuendanum kom so heiðurin til tey bæði, sum vóru kosin ársins spælarar: Fríðrún Danielsen úr StÍF og Rógvi Sørensen úr H71.
Ársins bestu 2008/09
Ársins stjørnuskot
Gentur 17: Birita Mortansdóttir, Kyndil
Dreingir 17: Mikkjal Hansen, Neistin
Ársins verjuspælarar
Gentur 17: Fríðrún Danielsen, StÍF
Dreingir 17: Sjúrður Nielsen, VÍF
Ársins málverjar
Gentur 17: Silja í Liða, Neistin
Dreingir 17: Mikkjal Hansen, Neistin
Ársins álopsspælarar
Gentur 17: Fríðrún Danielsen, StÍF
Dreingir 17: Magnus Müller, VÍF
Ársins venjarar
Gentur 17: Marian Cirloganescu, StÍF
Dreingir 17: Danny Syhler, H71
Ársins spælarar
Gentur 17: Fríðrún Danielsen, StÍF
Dreingir 17: Rógvi Sørensen, H71