Tað hevur nevnliga verið soleiðis, at fyrr var bert loyvt at seta bilarnar við vinstru vegøksl á strekkinum frá Káta Horninum og oman móti kioskini á Vaglinum.
Í løtuni er henda reglan tó ikki galdandi, tí løgreglan hevur sýtt fyri at ansa eftir parkeringsviðurskiftunum á økjunum, við tað at básarnir, sum bilarnir kunnu setast á, ikki eru nóg væl merktir.
Hetta hevur havt við sær, at alt vegastrekki í dag verður nýtt til langtíðarparkering hjá teimum, sum starvast í miðbýnum, og er hetta til miklan ampa hjá handlunum á staðnum.
Við tað at básarnir nú verða nýttir til langtíðarparkering hjá teimum, sum dagliga starvast í Miðbýnum, ber ikki til hjá viðskiftafólkum at seta bilarnar frá sær.
Jólatrøll
Tummas Hanus Dam, sum er ein teirra, sum rekur handil í miðbýnum, sigur við Sosialin, at hetta millum annað merkist, tá vørur skulu latast handlunum.
Í dag er tað soleiðis, at tað er so at siga ógjørligt at seta bilarnar, sum koma við vørunum, nærhendis handlinum, og tískil er einasta loysnin at seta bilin mitt á vegin, meðan vørurnar so verða ripaðar inn í handilin.
Sjálvur var Tummas Hanus á býráðnum í summar, har hann heitti á teknisku nevnd um at avgreiða hetta mál. Hann nevndi tá onga dagfesting sum evstamark fyri hesum, men kortini hevði hann vóna, at hetta fór at verða gjørt í farna árinum, so talan ikki gjørdist um jólatrøll.
Hann fekk tá at vita, at gongd var á málinum, men at teir ikki kundu lova honum, at hetta fór at verða avgreitt til jóla.
Í dag er tað sjón fyri søgn, at talan gjørdist um eitt jólatrøll, sjálvur heldur Tummas Hanus, at tað er við at vera skomm, at málið hevur verið so leingi í nevnd, uttan at nakað ítøkjuligt er hent.
Hann leggur eisini afturat, at eftir hansara tykki er støðan hjá løgregluni væl skillig, tí tað er sjálvsagt ein keðiligur lutur, um teir skulu skriva bøtur til fólk, sum ikki vita av, at parkering ikki er loyvd fram við vinstru vegøksl.
At enda sigur Tummas Hanus, at tað sigur eitt sindur um áhugan hjá býráðnum fyri miðbýnum, at málið skal taka somikið langa tíð. Í veruleikanum er talan bert um einar fimm parkeringsbásar, umframt eina møguliga reglugerð um av- og áskipan av vørum.
Ein loysn er á veg
Leivur Hansen, borgarstjóri, greiddi í gjár frá, at orsøkin til parkeringsóskilið í miðbýnum er, at fyri hálvum øðrum síðani varð herverk framt á blómukassarnar, sum fram til tá høvdu syrgt fyri, at parkeringsbásarnir vóru væl merktir.
Leivur greiðir annars frá, at málið er í løtuni er í teknisku nevnd, og at tað nú fyriliggja greiðar ætlanir um, hvussu parkerings- og ferðsluviðurskifti skulu skipast í framtíðini.
Spurdur um hálvt annað ár ikki er rættuliga lang tíð, tá talan er um eitt somikið lítið mál, sigur Leivur, at orsøkirnar til hetta eru fleiri.
Tá blómukassarnir í sínari tíð vórðu tiknir burtur, var ætlanin upprunaliga at umvæla hesar. Seinni varð avgjørt, at nýggir blómukassar skuldu setast upp, men ósemja var um, hvussu skapið á hesum skuldi verða.
Leivur legði afturat, at hóast tað kann tykjast, at alt ov long tíð er liðin, so metir hann tað hava størri týdning at nýta langa tíð til at finna eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka, heldur enn at skunda sær at loysa málið, við tí úrsliti at talan verður um eina vánaliga loysn.
Leivur vísti okkum annars til teknisku deild á býráðnum, fyri at vita nærri um málið, men tá blaðið fór til prentingar í gjár, hevði ikki eydnast okku at fáa fatur á nøkrum haðani.