Frændurhitt í nýggjum hami

Nú ber til at hoyra kenda sangin hjá Frændum "Lívsmynd" í spildurnýggjum hami.

 

Tað er kórið Xperiment hjá Sigrið Sivertsen, ið er kórleiðari, sum hevur sungið inn nýggju útsetingina av hittinum hjá Frændum.

 

Sigrið Sivertsen, sum hevur mong ár á baki sum undirvísari á Tórshavnar Musikkskúla, er í løtuni í ferð við at útbúgva seg innan rútmiska kórleiðslu á Nordjysk Musikkonservatorium í Danmark. Í sambandi við bacheloruppgávuna, sum snýr seg um at lata gamlar sangir í nýggjan búna, hevur hon gjørt eina nýggja útseting av hittinum "Lívsmynd", sum var við á fyrstu fløguni hjá Frændum, sum bleiv útgivin í 1984.

 

- Eg tosaði við Steintór Rasmussen, sum hevur skrivað sangin og gjørt lagið, og hann var beinanvegin við upp á, at eg skuldi lata sangin í nýggjan búna, sigur Sigrið Sivertsen, sum hevur fingið nógvar viðmerkingar frá fólki, eftir at videolagið bleiv lagt út á Youtube.

 

- Eg havi fingið eina rúgvu av viðmerkingum bæði frá føroyingum og útlendingum, so tað er bara stuttligt, sigur Sigrið Sivertsen.

 

Tey, sum manna kórið, eru í aldrinum 16 til 26 ár, og eru fyrrverandi og núverrandi sangarar í ymsum kórum, sum Sigrið hevur stjórnar.

 

Í næstu viku ber til at hoyra Xperiment syngja tríggjar aðrar føroyskar sangir, sum eru latnir í nýggjan búna. Til ber at keypa sangirnar á ITunes.