Frændur við neistum

Skapandi og stríðandi neistar fúka framvegis millum teir tríggjar høvuðsmenninar í Frændum. Fólkakærasti føroyski tónleikabólkurin seinastu 25 árini feirar í hesum døgum silvurbrúdleypið við einum nýggjum barni

Ungir og óroyndir - men eisini framfýsnir og frekir - standa teir og syngja í eina mikrofon í einum kjallarastudio í Havn. Árið er 1984, og ein nakað tilvildarliga samansettur bólkur tekur síni fyrstu fet inn á føroyska tónleikapallin. Teir – og tey – eru vinir, frændur. Tey syngja saman, spæla saman, ja, í løtum ljóðar tað, sum alt var gaman.

- Eitt stuttligt kvøld, vit øll høvdu har, er ein av strofunum, sum skal gera Frændur landskendar.

Tíðin er spent, kríggið er kalt, og tey flestu hava hug at velja síðu og verja politisk sjónarmið – stundum í beiskum og eirindaleysum kjaki.

25 ár seinni hava teir mest sum hvør í sínum lagi verið í studio og spælt nýggjar sangir inn. Teir tríggir, sum gjørdust kjarnin í Frændum, hava býtt eina nýggja útgávu og uppgávu í trý og hava gjørt hvør sínar fýra sangir. Teir hittast av og á í studio, men tað er ikki tann sami spontaniteturin og veitslulagið kring upptøkurnar.

20 ár eru liðin, síðani múrurin rapaði. Ein myrkur maður er blivin forseti í USA, og nú hugsa tey flestu meira um búskaparkreppu, oljuprísur og arbeiðsloysi enn um hernaðardubbing, kjarnorkuvápn og hugsjónarligar ósemjur.

Jú, bæði tíðin og teir eru broyttir, men Frændur eru framvegis Frændur. Í morgin geva teir eina nýggja fløgu út og feira samstundis 25 ára dagin við stórari konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn – kanska eitt slag av heimavølli, tá ið tað ræður um stórar og væl eydnaðar live-framførslur.


Neistarnir fúka

Í parteori og –terapi verður tosað um silvurbrúdleypskreppu, sum er eyðkend við, at pør merkja eitt tómrúm, eftir at børnini eru farin av húsum. Samskiftið er vánaligt, og gamlar ósemjur verður drignar fram, tá ið høvi býðst.

Frændur hava 25 ár á baki, og um teir hava brúk fyri parterapi, skulu vit ikki gera okkum klók upp á, men tað ber til at staðfesta, at bæði skapandi og stríðandi neistar fúka millum Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen og Rana Nolsøe.

Teir tríggir, sum við tíðini gjørdust høvuðslimir í Frændum og hava skrivað so at siga allar sangirnar, sum Frændur hava spælt inn á band, plátu og fløgu, hava seinastu mánaðirnar arbeitt við nýggjari útgávu.

- Samstarvið millum meg, Steintór og Eyðun hevur verið ein kampur við hvørt, men eg haldi, at mann kann siga takk fyri kampin, tá ið vit eru komnir ígjøgnum hetta, sigur Rani Nolsøe og fjalir ikki út yvir, at tað kann ganga lívliga fyri seg í bólkinum við hvørt.

- Vit hava eisini okkara ósemjur. Vit kunnu verða ósamdir um, hvørjar sangir vit skulu hava við. Vit blanda okkum eisini upp í tekstir hjá hvørjum øðrum, og tað kann verða at fara eitt sindur langt. Men allir eru eisini nokk so opnir fyri at diskutera, og er tað okkurt, sum vit ikki eru nøgdir við, so siga vit tað og taka kampin upp, sigur Rani Nolsøe.

Steintór Rasmussen heldur, at tað er ikki so løgið, at tað eisini eru spenningar og konfliktir í samstarvinum.

- Frændur er eitt hjartabarn hjá okkum trimum, og samstundis sum vit vilja seta okkara dám á bólkin, sangir og framførslur, mugu vit eisini geva okkum nógv fyri at fáa samstarvið at rigga. Smáar ósemjur okkara millum mugu ikki forða fyri, at vit til dømis kunnu gera hesa nýggju fløguna og spæla konsertir, sigur Steintór Rasmussen.

- Vit mugu eisini minnast til, at Frændur er blivið nakað, sum nógv fólk hava tikið til sín, og tí snýr tað seg ikki bara um, hvat vit hvør í sínum lagi halda og vilja. Vit mugu við hvørt fara langt fyri at fáa samstarvið at rigga, sigur hann.

Frændur hava yvirlivað 25 ár saman, men spurningurin er, um virksemið í komandi árum verður eins stórt í bólkinum, sum tað hevur verið í hesum silvurbrúdleypsárunum.