Fólk hava sungið við á Sandi, í Suðuroy og á G! og bíðar Ólavsøkan og Summarfestivalurin. Frændur, sum í hesum døgum hava 25 tónleikarík ár á baki, ætla sær í kvøld veruliga seta lív í býin. Teir eru høvuðsnavn til taltakið Futt í Býin og glaða seg at koma á pallin.
- Vit eru júst lendir eftir eina minniliga sangløtu á Gøtusandi. Tað var ein góð kensla at vera á G!, men nú er tað Ólavsøkan, sum skal hava ein ein góðan og væl uppibornan uppsang, siga frændur, sum í kvøld eru Steintór Rasmussen sang, Eyðun og Rani Nolsøe gittar og sang, Jóhannus á Rógvi Joensen bass, James Olsen trummur og kór og Kim Hansen tangentar og kór.
- Ongin konsert er líka. Leygarkvøldið er farið framvið í øllum góðum, nú er tað Futt í býin og síðani er tað Summarfestivalurin, sum er á skránni.