Í kvøld skulu Frændur spæla fyri yvir 250 føroyingum í Keypmannahavn. Tað er nevniliga útselt til stóru konsertina. Tað er ikki á hvørjum degi, at Frændur leita sær til Keypmannahavnar at spæla fyri útisetunum har.
Men í kvøld verður tað ? Frændur í Føroyahúsinum. Og tað er útselt til konsertina, so helst eru tey mong, sum nú gleða seg til Frændur í kvøld.