Frændur-landaplágur rungaðu á Skarv í gjárkvøldið

Tað var sum rættuligt afturhvarv at hoyra Eyðun Nolsøe og Terja Rasmussen syngja gamlar Frændur-sangir á føroyska vertshúsinum í Keypmannahavn, Skarv, í gjárkvøldið. Teir trína aftur á pallin í kvøld

Har vóru bæði ?Eros?, ?Minnist tú gildið??, ?Til tey stressaðu? og aðrar góðar landaplágur frá Frændum og Terja og Føstufressum, umframt góðar Beatles-sangir og annað gott at hoyra.

 

Á føroyska stammvertshúsinum nr. 1 í Keypmannahavn vóru bæði ung og ?gomul? og lýddu á tónleikin hjá teimum báðum - framvegis vælumtóktu - tónleikarunum. Men á yngra ættarlignum, sum nú lesur í ríkishøvuðsstaðnum sást á øllum brøgdum, at tey kenna frændur-tónleikin eins væl, og tey ?gomlu?.

 

Við Portalin fyrr í vikuni søgdu tey á Skarvi, at seinast Eyðun og Terji vitjaðu ? tað var í fjør ? settu tey met í áskoðaratali. Tey søgdu eisini, at tað ofta er plásstrot á Skarvi leygarkvøld ? so tey, ið ætla sær at hoyra teir í kvøld, mugu uttan iva vera í góðari tíð. Livandi tónleikurin byrjar á midnátt.