Manningin í Frændum er í hesum døgum í upptøkuhølunum, har arbeitt verður við at fáa eina nýggja útgávu við Frændum klára til útgávu tann 21.november 2009. Hetta verður samstundis dagurin, har Frændur halda sín 25 ára dag, tí í ár eru nevniliga liðin 25 ár síðani, at fyrsta útgávan hjá bólkinum kom út.
Frændur er óivað ein hin fólkakærasti tónleikabólkurin í Føroyum nakrantíð, og sangir teirra eru fólkaogn. Fleiri eru í sangbókum og verða sungnir, tá fólk koma saman.
Sum heild kann sigast, at her hittast skaldslig dygd, gott tónasmíð og fólksligt lag, og altíð er talan um væl úr hondum greiddar útgávur, har onki er latið til tilvildina, men har dentur er lagdur á at fáa best møguliga úrslit og bestu tónleikadygd.
Hetta, saman við orð- og tónadygd, hevur lønað seg, og Frændur eiga í dag ein hin størsta varðan í føroysku tónleikasøguni.
Nýggj útgáva
Longi hevur verið bíðað og gitt, hvørt Frændur fóru at koma við nýggjari útgávu, og sjálvir hava teir 3 limirnir í bólkinum onkutíð róð framundir, at ikki var óhugsandi, at ein útgáva afturat fór at koma. Men longi var at bíða, men nú er hon so á veg.
Stéintór Rasmussen, ið myndar bólkin saman við Rana Nolsø og Eyðun Nolsø, sigur um nýggju útgávuna, at talan er um nýtt tilfar, og at sangskrivingin er rættiliga javnt býtt millum teir 3 føstu kjarnulimirnar í bólkinum.
- Stílurin er ikki so nógv broyttur, men tó eru vit blivnir eldri, og møguliga hoyrist tað aftur. Vit eru loyalir yvirfyri okkara uppruna, og tónin og sangevnini eru nøkulunda tey somu, t.d. um samfelagsviðurskifti. Fólk mugu so meta um, hvørt pennurin nú er hvassari ella rundari, sigur Steintór Rasmussen.
- Útgávan hevur verið ávegis longi, men er bara ongantíð blivin til veruleika, tí vit hava fingist við annað eisini, t.d. solofløgur og barnafløgur. Men nú markera vit, at 25 ár eru síðani fyrstu plátuna, sigur Steintór Rasmussen.
Vísa dagsformin
Fyrtsa útgávan var plátan/bandið Saman Við Tær, sum kom í 1984. Har vóru sera nógvir sangir á, ið seinni gjørdust fólkaogn. Frændur 2 kom í 1986, 80’ini í 1988 og Mítt Land í 1992.
Seinni kom Svart Gull, ið var savnsfløga, men eisini vóru nakrir nýggir sangir á fløguni.
Ávegis hava limirnir eisini arbeitt við øðrum verkætlanum. Steintór gav í 1989 út fløguna Millum Frændur og í 1998 Kærleikans Vallaraheim, og hann hevur t.d. eisini staðið fyri barnafløgum við Kulum Rótum, og hann hevur samskipað fløgu við sangum hjá svianum Bjørn Afzelius á føroyskum.
Eyðun Nolsø gav miðskeiðis í 90’unum út fløguna Solo, og fyri ikki so langari tíð síðani kom fløgan So Nógvar Røddir. Eisini hevur hann givið út saman við Terja Rasmussen.
- Tað er kanska við eitt sindur av fyrivarni, at vit geva út, tí hvat vænta fólk av Frændum? Men vit kunnu bert fara út at vísa dagsformin, og vísa, hvat vit hava í ermuni. Hjá okkum nýtist tað nú ikki at vera tað nýggjasta brakið, staðfestir Steintór Rasmussen, sum fegnast um, at Frændur fer út at spæla fyri fólki, og at fløgan nú kemur, tí tað metir hann, at Frændur skylda fjepparunum.
Men spurdur, um tað er tyngjandi, at fólk kanska hava ávísar vónir til Frændur, tá teir loksins koma við útgávu, sigur hann:
- Tað er ikki tungt. Jú, kanska eitt sindur tyngjandi, men eisini spennandi! Men tað er tyngri at spæla gamla tilfarið upp í saman. Men hinvegin er tað ófatuligt, at fólk hava hildið lív í sangum okkara hesi árini, og at nýggj ættarlið eru komin til, og syngja við, tá vit spæla á palli, hóast tey kanska ikki vóru fødd, tá fyristu sangirnir komu út.
Steintór Rasmussen fegnast um at so er, og hann gleðir seg eisini til føðingardagskonsertina á Hálsi.
Stórt tiltak á Halsi
Tann 21. november er so útgávudagurin, og tá er eisini útgávu og føðingardagskonsert á Hálsi. Talan er tó um meira enn bert eina vanliga konsert og dans, tí gjørt verður burturúr.
Á fleiri av útgávunum hjá Frændum eru gestasangarar við, og so verður eisini á Hálsi tann 21. november. Frændur hava eisini altíð nýtt fremstu tónleikarar í landinum, bæði á palli og á útgávum, og hetta verður neyvan øðrvísi á Hálsi.
Høllin verður stásað, og fólk fáa bæði vátt og turt til vælkomst. Tiltakið byrjar klokkan 22 og har verður nýggja tilfarið at hoyra, umframt góðu og gomlu, kendu løgini. 18 ára aldursmark er til tiltakið, sum konstar 250 krónur, og atgongumerkir fáast á netinum á bilett.fo og í Miðlahúsinum.










