Frændur halda jól í Fuglafirði

Frændur spælir til dans í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 16. desember

Teir verða ikki tiknir – Frændur. Hóast tað eru liðin meira enn 10 ár síðani seinastu útgávuna hjá teimum, er bólkurin framvegis best umtókti tónleikabólkurin í landinum.
Hetta sást millum annað til konsert í Runavík herfyri, har Frændur spældi saman við øðrum bólkum. Eini 1300 fólk vóru og lurtaðu, og tað var ikki minst Frændur, sum hevði lokkað tey mongu fólkini saman í ítróttarhøllini í Runavík.
Frændur spælir av og á til dans, og hesi tiltøkini eru nakað heilt serligt. Góðu, gomlu sangirnir, sum tey flestu munnu duga at syngja við til, fáa lív í fólki, og tað er trupult hjá øðrum føroyskum bólkum at rúnarbinda eina áhoyrarafjøld við so nógvum kendum sangum, sum Frændur kann.
Tað verður gjørligt at hoyra Frændur spæla einaferð í jólamánaðinum. Tað verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 16. desember.