Komandi leygarkvøld verður forkunnug vitjan í danska høvuðsstaðnum, tá Føroyahúsið verður karmur um dans og konsert við Frændum. Tað eru mong ár síðani, at bólkurin vitjaði í Danmark seinast. Og síðani tá er ein fløgan koman aftrat rúgvuni hjá Frændum, sum nú telur fimm.
Teir, sum manna Frændur leygarkvøldið 2. apríl, eru Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe, Jóhannus á Rógvu Joensen, James Olsen og Kim Hansen.
Sum nakað nýtt hava fyriskipararnir roynt seg við forsølu hesaferð. Hesum eru tað fleiri, sum hava gjørt sær dælt av. Forsølan í Føroyahúsinum heldur fram gjøgnum vikuna, og atgongumerkini, sum eftir eru, verða seld við dyrnar leygarkvøldið.
Sum so ofta áður er tað FO Invasion, sum skipar fyri tiltakinum og frá teimum verður sagt, at tey royna at skapa ein góðan og serligan stemning nú Føroyahúsið fær so forkunnuga vitjan.
Dyrnar í Føroyahúsinum lata upp klokkan tíggju leygarkvøldið og tiltakið endar klokkan fýra sunnumorgunin. Sí annars faroehouse.dk.










