Tað var eitt kvøld millum jól og nýggjár. John varð kallaður til arbeiðis á Vallalíð, eina náttarvakt, og starvsfelagin, sum hann skuldi arbeiða saman við, var blivin sjúkur. John skeyt upp, at teir ringdu til fittu kaldsbaksgentuna, sum hann hevði hitt, tá tey høvdu avloyst hvønnannan. Sum sagt so gjørt, Elna kom til arbeiðis, og John sá sín møguleika at læra at kenna hana betur. 
– Eg helt hann var øgiliga framligur, sigur Elna.
Bæði vóru tá lesandi í Danmark, hann til heilsuhjálpara og hon til heilsurøktara. Eftir náttavaktina saman lovaðu tey at hittast til ein kaffimunn.
Tað vísti seg so, at tey ikki búðu so langt frá hvørjum øðrum í Danmark. Eftir stuttari tíð gjørdust tey par, og í juni árið eftir fluttu tey til Føroya saman. 
Til Føroya at búgva
John er ættaður úr Vági og Elma úr Kalbak. Elma hevur búð í Danmark í nógv ár, hon flutti longu, tá hon var 15 ár at ganga á eftirskúla.
– Eg fall øguliga væl til í Danmark og hevði gott hugsa mær at búð har, sigur hon.
Men John vildi aftur til Føroya at búgva og lokkaði Elmu við.
John fór upprunaliga til Danmarkar at lesa til politist, men eftir hálvt annað ár gavst hann.
– Tað var ikki rættuliga eg. Eg elski at arbeiða við menniskjum, men ikki sum politistur, greiðir hann frá. 
Nú starvast John sum portørur á landssjúkrahúsinum. Hann hevur nomið sær útbúgving sum ambulansaviðgerði, ið inniber at hann hevur rætt at viðgera sjúklingar í ambulansanum.
Stóra familju
Fyri fýra vikum fingu John og Elma sítt næsta barn, eina dóttur. Heima høvdu tey stórabeiggja Eyðun, hálvtannað ár. 
– Vit vilja hava eina stóra familju, nógv børn og gjarna tøtt, siga tey bæði rørandi einig. 
– Eg eri einabarn, og tað vildi eg ikki, at Eyðun skuldi vera, leggur Elma aftrat. 
18. apríl verður dópur fyri dóttrini og nakrar mánaðar seinni 10. juli stendur brúdleypið.
Vígslan verður í Kaldbaks kirkju og veitslan í B36 húsinum. Parið hevur boðið um 200 fólkum í veitsluna. 
Elma hevur funnið brúðarkjólan, og frisørin er umbiðin. Gjøgnumgangandi litirnir verða hvítt og gull.
– Nógv er ordnað longu, men nú bíða vit eitt sindur fyri at vita, hvussu tað gongur í kappingini um at vinna eitt brúdleyp, sigur Elna.











