Frímerkjasavnarar byrja aftur

Mánakvøldið 28. august kl. 20 byrjar Føroya Filatelistfelag aftur eftir summarfrítíðina. Tá koma fleiri av frímerkjasavnarunum við ymiskum áhugaverdum, teir eru komnir fram á í summarferiuni.

Felagið heitir á fólk kring landið, sum liggja inni við frímerkjum, rabattmerkjum jólamerkjum, ella hvat tað skal vera, um at seta seg í samband við felagið.
 
Felagið heldur til í húsunum hjá Havnar Handverkarafelag, Sjúrðargøta 20 í Havn. Adressan er: Føroya Filatelistfelag, postboks 2088, FO-165  Argir.