Mikudagin 1. november er útgávudagur hjá Frímerkjadeildini hjá Pf. Postverki Føroya, tá árbókin, ársmappan og jólamerkini verða givin út og eru til keyps á posthúsunum kring landið
Í sambandi við almenna útgávudagin fyri jólamerkini verður opið hús fyri almenninginum í Miðlahúsinum í Vágsbotni hósdagin 2. november frá kl. 15-18 har Pf. Postverk Føroya bjóðar kaffi og køkur og formaðurin í Jólamerkjagrunninum greiðir frá. Frá kl. 16 eiga børnini tiltakið, tá Trøllapætur og omman koma á vitjan.
Frá Postverkinum verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin.
.










