Á jólum 2003 var Atli Jensen ein av 42 føroyingum, sum sendu svarbløð inn til Sosialin og gittu um, hvat fór at henda í 2004. Kontórdaman Jóhanna hevur goymt svarbløðini sum reyðagull síðani tey komu inn í desember í fjør, og til vit fóru eftir teimum aftur í desember í ár.
Lutakast mátti til
Eftir at hava talt saman varð greitt, at fimm fólk vóru, ið dugdu eins væl at gita um framtíðina, tí tey høvdu 13 spurningar rættar av 17 møguligum. Teirra millum var Atli Jensen av Sandi.
Reglurnar vóru sera greiðar á tí økinum. Tær søgdu nevniliga, at um tað stóð á jøvnum ímillum fleiri luttakarar í kappingini, so skuldi verða trekt lut, tí bert ein vinnari skuldi finnast.
Blaðmaðurin Páll Holm Johannsen stakk hondina niður í posan, og navnið, ið hann dróg, var Atli Jensen av Sandi.
Gloymt kappingina
Tá vit ringdu til Atla, dugdi hann ikki at ímynda sær, hví Sosialurin ringdi til hansara. Men so nevna vit kappingina, ið varð útskrivað fyri einum ári síðani.
? Áááá, jaa. Bíða nú, hvat var tað fyri nakað. Tað havi eg gloymt alt um, er fyrsta svarið hjá Atla.
Tá vit so minna hann á kappingina, at hann til dømis skuldi gita um Mary Donaldson, krúnprinsessa, fór at vera við barn, um Fregnir framvegis fóru at koma út og um Osama Bin Laden mundi fara at vera hand-tikin í desember 2004, so klárn-ar spakuliga hjá honum.
Og tá hann fær at vita, at hann gjørdist vinnarin av vikuskiftisferðini fyri tvey frá Atlantc Airways, er gleðin týðilig.
? Tað var heilt fantastiskt, tað má eg siga. Tað var óalmidiliga flott. Ein góð jólagáva at fáa, soleiðs púra óvæntað, sigur Atli.
Hann heldur eisini, at tað var væl svarað av sær at fáa 13 av 17 spurningum rættar.
? Tað var eisini sera heldugt at tú ringir nú, tí eg skal nevniliga av landinum í morgin. Eg skal til skips, so kanska eg kann lata konuna fáa ferðina, tað hevði verið so veldugt, heldur Atli fyri.
Vit kunnu gleða hann við, at tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at givið konuni ferðina . So sparir hann eisini ta jólagávuna, um hon ikki longu er keypt.
? Tað má eg siga, at hatta frímerkið loysti seg at brúka pengar uppá, sigur Atli at enda flennandi.
Í næstum fær hann eitt gávubræv sendandi við postinum, sum konan eftir øllum at døma fer at fáa gleði av.
Vit ynskja tillukku, gleðilig jól og góða ferð.