Tórsbreyt er í dag og í morgin karmur um FM í frælsum ítrótti fyri vaksin. Kappast verður báðar dagarnar frá klokkan 13 til klokkan 16.30.
Heimasíðan Frælsur Ítróttur Føroyar upplýsir, at tað í ár verður kappast í øllum greinum innan frælsan ítrótt uttan í stangarlopi og 10.000 m.
Kappingin í ár er skipa sum ein opin kapping. Tað merkir, at tilmeldingin hevur verið opin fyri allar føroyingar, ið eru føddir í 2003 ella fyrr.
Í dag verður kappast í 100 metrum, 400 metrum, 800 metrum, 5.000 metrum, 400 metrum rimarenning, longdarlopi, klingrukasti, sleggjuvarpi og 4×100 metrar boðrenning.
Í morgin verður kappast í 200 metrum, 1.500 metrum, 100/110 metrum rimarenning, 3.000 metrum forðarenning, hæddarlopi, trístøkk, spjótkasti, kúluvarpi og 4×400 metrum boðrenning.