Hann situr í einum kamuflasjujakka og einum keppi á høvdinum. Ein fittur teinur frá tí vælklædda manninum, sum plagar at halda møtir í Føroyum. Men honum dámar best at ganga soleiðis ílætin í tí privata. Hví so er, venda vit aftur til seinni í greinini.
Hann eitur Christian Hedegaard og er prædikumaður. Hann er leiðari fyri trúarfelagsskapin Evangelist, sum eisini er virkin í Føroyum, og hann hevur verið umstríddur í Danmark. Sjónvarpssending í bestu senditíð hevur sett sjóneykuna á felagsskapin við duldum upptøkutólum og samrøðum við fólk, sum hava ringar royndir av felagsskapinum. Tað endaði við, at Evangelist varð meldað til løgregluna fyri ágang ímóti børnum, men løgreglan slepti málinum, tí eingi prógv vóru um hetta. Annað mál er eisini reist ímóti felagsskapinum um kvaksalvarí.
Men Christian Hedegaard stendur fast við sítt og sigur, at tey verða forfylgd av fjølmiðlunum í Danmark. Vit settu okkum niður saman við Christian Hedegaard fyri at fáa at vita, hvat hann hugsar um sín kristindóm, um ákærurnar ímóti felagsskapinum, um liviháttin í vesturheiminum og um at savna pengar á møtum – eisini í Føroyum.
Hvat er tað við tær og Føroyum?
Mín fyrsta krossferð var í 2000, og hon var í Havn. Føroyingar tóku sera væl ímóti mær, og vit pakkaðu høllina fýra dagar á rað. Tað var í grundini har, at alt byrjaði fyri meg sum evangelistur. Síðani havi eg ofta vitjað aftur í Føroyum, og eg elski Føroyar og føroyingar. Eg havi nógvar stuðlar í Føroyum, sum bakka okkara virksemi upp. Hetta er sum, at gamal kærleiki – hann forgongur ikki so lætt.
Gert tú tínar Føroyaferðir fyri at fáa eitt sindur av luft, tí tit hava fleiri ferðir verið í brennideplinum í Danmark?
Mínar ætlar um at flyta úr Danmark steðgaðu endaliga, tá ið vit fingu seinastu ákæruna ímóti okkum um, at vit eru kvaksalvarar. Tá gjørdi av, at eg fór ongan veg við slíkum ákærum hangandi yvir høvdinum. Hetta er tað ynkiligasta, sum eg havi verið útsettur fyri. Ein prestur hevur eitt prestagjald at taka sær av, ein evangelistur hevur allan heimin sum sína sókn.
Hvussu er munurin millum at vera evangelistur í Føroyum og aðrastaðni?
Føroyar hevur eina langa kristna søgu, og søgan er ikki longri burtur, enn at føroyingar hava eina livandi trúgv. Danmark hevur mist sína kristnu trúgv og síni kristnu virði. Danmark hevur verið rópt tað fyrsta fullkomiliga ógudiliga landið í heiminum. Um tú nevnir navnið Jesus Kristus í Føroyum, so merkir tað ikki, at tú skal innleggjast á einari lukkaðari deild. Sigur tú alment í Danmark, at tú trýrt upp á Jesus Kristus, so rysta fólk við høvdinum og spyrja, um tað veruliga framvegis finnast slík fólk.
Men hví vitjar tú so ofta í Føroyum. Kundi tú ikki gjørt størri mun onkra aðrastaðni í heiminum?
Vit eru eisini virkin við barnaheimi í Afrika, og eg havi verið í USA. Vit fara, at har fólk vilja hava okkum at koma. Í fjør høvdu vit tríggjar ferðir vekingarmøti her í Føroyum, og tá møttu nógv fólk Jesus, so tí er tað natúrligt, at eg komi aftur hendanvegin.
Hvat heldur tú um tær ákærur, sum eru settar fram ímóti tær í Danmark?
Tá tær fyrstu ákærurnar komu fyri nógvum árum síðani, hevði eg eina stóra uppgerð við meg sjálvan, um eg skuldi halda fram við mínum arbeiði, tí tá fólk lúgva alt møguligt uppá tað, so rakar tað meint. Nú haldi eg, at tað fremur bara mína sak, at eg verði lagdur undir bæði eitt og annað. Meira fjølmiðlarnir viðgera okkum, fleiri fólk koma til okkara møti og í viðgerð hjá okkum. Eg hevði ikki havt ráð at keypt so nógva umtalu í fjølmiðlunum, sum eg havi fingið púra ókeypis. Fjølmiðlarnir fara ikki at klára at køva meg. Øll tann negativa skrivingin styrkir meg bara.
Roynir tú tilviltað at verða kontroversiellur?
Nei, als ikki. Einasta ferðina, eg havi roynt at verið kontroversiellur, var fyrstu ferð, eg fleyg til Føroya. Tá vóru donsku biskoparnir umborð á flogfarinum, tí teir skuldu til Føroya at hátíðarhalda 1000 ára dagin fyri kristindóminum. Samstundis var homofil-lógin var júst undirskrivað í Danmark, og biskoparnir høvdu fingið eitt sindur at drekka. Tá segði eg við ein journalist, at biskopparnir vóru sum kálkaðar gravir (tað er at verða svikafullur, red.). Eg hugsaði, at tú skuldi fara at skapa rok, men tað gjørdi tað als ikki. Eg havi ikki tilvitað roynt at verið kontroversiellur, men eg havi altið staðið fast við tað, sum eg trúgvi uppá.
Hvussu hevur tú upplivað tað rokið, sum hevur verið um Evangelist?
Fólk kenna meg aftur allastaðni. Men eg havi ofta ein kepp á høvdinum og royni at lata meg óhátíðarliga í, tá ið eg eri úti privat, so fólk spyrja meg onkuntíð, um vit hava gingið í skúla saman. Tey ivast eitt sindur, hvaðani tey kenna meg. Men eg havi eisini upplivað, at fólk hava brotið rútar heima hjá mær, gjørt seg inn á bilin, steina eftir mær, spýtt eftir mær, enntá skotið inn ígjøgnum ein rút, og herfyri mátti eg binda tveir mans niður, sum vóru komnir inn á mína ogna at gera ónáðir. Børnini hjá mær verða hava eisini verið illa viðfarin í skúlanum, har onnur børn noyddu tey at drekka av einari pissurennu, tí teirra foreldur vóru kristin. Men nú ganga børnini í einum kristnum skúla.
Og tú ivast ikki í, at títt arbeiðið er vert alt hetta?
Jesus sigur, at sæl eru tit, tá ið fólk lúgva uppá tykkum og háða tykkum fyri mítt navn skyld. Um tú stendur við boðskapin i Bíbliuni, so upplivir tú eisini mótvind, og at øll ikki dáma tað, tú sigur. Men børnini hjá mær eru sera sterk í trúnni í dag, og tey eru tey fittastu børnini.
Hvat heldur tú um liviháttin í vesturheiminum?
Vit hava so nógv og halda, at vit kunnu so nógv. Men í grundini hava vit risastórar sosialar trupuleikar í Vestureuropa. Ongantíð áður hava fólk verið so einsom, sjálvmorðstølini eru ræðandi, og vit róta runt við psykologum, nervamedisini og eydnubollum bara fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. Vestureuropeiska samfelagið hevur forkastað Jesus og tey kristnu virðini, og vit gjalda prísin fyri tað. Vit eru kanska tey ríkastu í heiminum, men andaliga eru vit tey fátækastu. Livistøðið er sera høgt, men vit hava mist familjuna, og í Danmark eru tað fleiri fólk, sum lata seg skilja, enn fólk, sum velja at verða verandi gift. Okkara samfelag er oyðilagt av okkara livistøði. Lógloysið er blivið lógligt, og stendur tú fram við tí rætta, so verður gjøldur burtur úr tær. Eg havi verið giftur í 21 ár, og tað er sama kvinna, sum eg fari í song við. Tað skuldi komið á forsíðuna á Ekstrablaðnum. Men tað kemur ongantíð á forsíðuna, tí tað, sum verður promoverað, er tað øvugta – ein ógudiligur lívsstílur, sum oyðileggur menniskju og familjur. Fyri tíggju ella fimtan árum síðani skrivaði Jyllands-Posturin, at um 10 ár fór kjarnufamiljan í Danmark at verða horvin. Og tað trúði eg einki uppá tá. Men eg má siga, at tað var ein rættur pástandur, tí nú er kjarnufamiljan í Danmark mest sum útdeyð. Fólk eru gift fyri aðru og triðju ferð, og búgva saman við tí fjórða ella fimta, og børnini hava trý ella fýra foreldur og vita ikki, hvussu tey sjálvi skulu verða foreldur ein dag.
Men er hetta ikki bara tað markleysa frælsið, sum fólk í vesturheiminum hava og vilja hava?
Eg kenni nógv fólk, sum ganga høgt upp í teirra frælsi, men í grundini eru tey trælir av sínari girnd. Trælir av pengum, umtalu, skoringum og fríum sex. Tað er ikki frælsi at fara í song við so nógvum, sum tú kanst. Tað er frælsi at verða giftur við somu kvinnu ella sama manni alt lívið. Tá ið eg hugsi um, hvussu tað hevur gingist mær og øðrum, sum vóru ung í 80’unum, so havi eg nógv at verða takksamur fyri. Og um kristindómurin er at lumpa fólk, so takk Gud fyri, at eg bleiv lumpaður, tí tað hevur bjargað mær. Kristindómurin hevur bjargað mær, mínari familju og mínum børnum, og eg eri vælsignaður upp á allar hugsandi mátar. Eg veit væl, at kristna trúgvin ikki er nakað svik, hon er verulig, men hygg eftir teimum fólkunum, sum hava sagt við meg, at eg varð lumpaður. Hygg eftir teirra lívi, teirra lívsførslu og teirra familjum í dag. Eg eri bara glaður fyri, at eg valdi at trúgva upp á Jesus.
Men kennir tú nakrantíð á tær, at tú forsømir nakað í lívinum, sum tú kundi hugsa tær at gjørt, men ikki kanst gera, tí tú er evangelistur?
Nei, eg kenni heldur á mær, at eg sleppi at gera alt tað, sum eg kundi hugsa mær at gjørt. Eg eri veiðimaður og fari á jakt allastaðni, sum eg sleppi. Í summar bygdi eg eitt summarhús saman við familjuni. Eg eri fríur at gera tað, sum eg havi hug at gera. Hoyr líka her, fyristilla tær hvussu stór gleðin er, tá ið ein maður reisir seg úr einum rullistóli, og nú ferðast runt í Danmark sum evangelistur. Eg havi livað lívið meira enn tey flestu. Eg eri gamal ævintýrari, eg havi ferðast kring allan heimin, og tá eg fylti 30 ár, kendi eg meg sum eitt røktarheim, tí eg hevði upplivað alt tað, sum onnur droyma um at uppliva í einum heilum lívi. Eitt skifti fór eg langt í tí, sum eg vildi uppliva, og tað var onkuntíð lívsvandi á ferð. Tá kendi eg á mær, at Gud segði við meg, at heldur tú fram soleiðis, so gert tú enda á tær. Hann segði við meg, at hann vildi geva mær eitt nýtt sús at uppliva, og tað er, tá hann ger undur. Og síðani hevur lívið verið sum eitt ævintýr. Tað gevur mær eitt kick, tá ið tað, sum ikki eigur at bera til, hendir fyri mínum egnu eygum – fólk blíva frísk frá sjúku, alkoholikarar og narkomanar leggja av at drekka og brúka rúsevni og verða sameind við sína familju aftur.
Ivast tú nakrantíð í tí, sum tú trýrt uppá og gert?
Ivi? Hvat er tað? Tú skalt minnast til, at eg havi møtt Jesus Kristus persónligt, tá ið eg var allarlongst úti. Pápi mín var fríkirkjuprestur, og tað riggaði ikki serliga væl hjá honum at fáa meg í kirkju. Tað verður ofta sagt, at sonur prest verður tann ringast, og eg var ein bandittur. Men tá eg var longst úti, bleiv eg frelstur, og eg havi ikki ivast nakrantíð síðani. Eg havi ongantíð verið freistaður av at fara aftur til mítt gamla lív.
Tað skulu pengar til at fíggja virksemið hjá Evangelist, og tit savna pengar á tykkara møtum. Hvussu sært tú uppá samanhangin millum Gud og pengar?
Tað verður sagt, at í Bíbliuni eru 2000 skriftstøð, sum snúgva seg um økonomi, og ein fjórðingur av tí, sum Jesus segði, snýr seg um økonomi. Sjálvt Jesus hevði brúk fyri pengum. Bíblian tosar um at lata tíggjund til Guds ríki, so at tað kunnu verða pengar í Guds húsi. Tú kanst ikki liva uttan pengar, tú kanst einki gera uttan pengar, soleiðis er tað bara. Summi fólk halda, at eg fortjeni nógvar pengar upp á hetta, men tað geri eg ikki. Eg fái 25.000 krónur í løn um mánaðin. Eg veit, at tað eru ungir dreingir í Føroyum, sum fiska í tríggjar vikur, og hava teir forvunnið 90.000 krónur næstan skattafrítt. So nógv havi eg ongan fortjent. Eg havi verið kannaður høvd í reyv av skattavaldinum, men tey hava ongantíð funnið nakað galið. Eg eri kristin, og eri erligur.
Tit gera nógv burturúr at savna pengar á tykkara møtum. Er tað neyðugt?
Nýggja Testamentið sigur, at tá ið vit tilbiðja Gud, gera vit tað ikki bara við okkara røddum, men eisini við okkara midlum. Ert tú kristin, so elskar tú eisini at geva. Tey fólk, sum ikki eru kristin, elska at geva pengar til reyðvín, tubbak, prostitutión og alt møguligt annað. Eg veit til dømis um føroyingar, sum brúka stórar upphæddir, tá teir fara til Danmarkar at drekka og liva lívið. Men føroyingar duga eisini at geva pengar til Guds hús. Vit kunnu ikki hjálpa børnum í Afrika ella narkomanum í Danmark, um tað ikki er onkur, sum stuðlar okkum. Og tað er stuttligt at hoyra fólk, sum roykja sigarettir fyri 2000 krónur um mánaðin, hava meiningar um tey, sum geva 1000 krónur til Guds hús um mánaðin. Vit brúka pengar til øll hugsandi endamál, so tað er ein løgin spurningur at spyrja, um tað er rætt at fólk skulu lata pengar til eitt kristi endamál. Og fyri okkum í Evangelist er tað so einfalt, at um fólk ikki stuðla okkum við pengum, so kunnu vit ikki hjálpa fólkum.
***
FAKTA EVANGELIST
Trúarfelagsskapurin Evangelist varð stovnaður í 2000 av hjúnunum Karen og Christian Hedegaard.
Endamálið hjá Evangelist er boða evangeliið um Jesus ígjøgnum møtir, fyrilestrar, hjálpararbeiði í Danmark og uttanlands og við sosialum arbeiði heima og burturi.
Evangelist hevur fleiri ferðir verið í brennideplinum í Danmark. Millum annað eftir sjónvarpssendingina Operation X, sum kritiseraði framferðina hjá felagsskapinum í sambandi við viðgerð av sálarliga sjúkum og viðferðina av børnum.
Felagsskapurin Børns Vilkår meldaði Evangelist fyri at ágang ímóti børnum, men løgreglan fann eingi prógv um hetta og slepti málinum. Hetta fekk Evangelist at reisa endurgjaldskrav ímóti Børns Vilkår.