Frælsa kynslívið ? sunt ella ósunt? 1/2

Kynslig javnstøða, p-bollin, datingsíður, porno og so framvegis hava skapað fyritreytirnar fyri >>The Zipless Fuck<<, sum sexfeministurin, Erica Jung, nevndi tað í 70unum. Spurningurin er nú bara, um eitt frælst sexlív er uttan avleiðingar. Verða menniskju kensluleys, órólig og ólukkulig av tí sama?

Planet.fo hevur spurt sexologin, Elin Hentze í Stórustovu, um hon metir, at eitt slíkt frælst kynslív er sunt, ella um tað kann hava neiligar avleiðingar.

 

Elin metir ikki, at tað er so einfalt at siga, um tað er sunt ella ósunt fyri øll menniskju at hava nógvar sexpartnarar.

 

- Stutt og greitt, so vil eg siga, at um personurin hevur tad gott vid sær sjalvum, sínum handlingum og avgerdum, so er onki galid i at hava fleiri skiftandi partnarar. Ein kann væl vera i einum tidarskeidi har sex vid ymiskum partnarum passar einum betri, enn sex vid einum partnarar - og umvent. So leingi tu ikki gert nakad, sum er imoti tinum vilja, og tad ikki kennist óbehagiligt og skeivt, jamen so er onki í vegin vid ti.

 

Elin metir ikki, at tað er er neyðugt hjá øllum at hava kenslur blandaðar upp í sexlívið og heldur, at er ein ikki forelskaður ella hevur ikki hug at vera í einum forholdi, kann ein saktans hava sex, uttan at tað noyðist at ávirka ein kensluliga samstundis.

 

- Summum dáma tað væl, men trívist ein ikki í tí men heldur á fram at gera tað, kann tað ávirka negativt. Tað snýr seg um at føla seg fram og kenna seg sjálvan.

 

framhald í Frælsa kynslívið - sunt ella ósunt 2/2