Tað er við tíðini vorðið meira reglan enn undantakið, at til ber at keypa meðalsterkt øl, tá almenn tiltøk verða hildin í Føroyum. Hetta hóast tey, sum skipa fyri, ikki hava skeinkiloyvi ella serligt loyvi til hesa sølu. Løgreglan sigur seg ikki kenna nakað dømi um hetta.
Fólk, sum luttaka á størri almennum tiltøkum, meta tað við tíðini sum sjálvsagt, at tey bara kunnu fara at keypa sær eitt glas av meðalsterkum øli, tá teimum lystir. Og vanliga er tað eingin trupulleiki heldur, siga fólk, sum Sosialurin hevur tosað við. Tað verið seg bæði tónleika og ítróttarlig tiltøk.
Men sambært galdandi lóg um rúsddrekkasølu í Føroyum er tað ólógligt at gera so. Men hóast hetta verður gjørt opinlýst, verður ikki talað at frá myndugleikanna síðu.
Sosialurin tosaði í vikuni við løgregluna í Havn um hetta málið. Men løgreglumaðurin, tosað varð við, segði, at har kendu teir so einki til nakað tílíkt. Hóast hundraðvís av fólki, sum savnað var á tiltakinum, vistu um hetta og nýttu høvið at keypa øl.
Eisini tey, sum reka gistingarhús og matstovur í Føroyum, hava gjørt vart við hetta, sigur Uni Danielsen, sum er formaður í Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya.
?Vit hava beinleiðis víst á hendan trupulleikan, og gjørt vart við, at hetta er ikki rætt. Fer nakað sum helst óvanligt fram hjá okkum, sum hava skeinkiloyvi, er bæði morð og brandur. Men við teimum, sum einki loyvi hava, hendir einki, hóast øll vita, at talan er um beinleiðis lógarbrot, sigur Uni Danielsen.
Hann heldur svarið, løgreglan hevur givið felagnum, vera rættiliga margháttligt. Felagið fekk stutt og greitt at vita, at tað er lættari at halda eyga við teimum, sum hava loyvi, enn við teimum, sum einki loyvi hava.
Øðrvísi kann tað ikki tulkast enn, at um tú ætlar at hava matstovu og skeinkja øl, vín ella rúsdrekka, er bara at lata vera við at søkja um skeinkiloyvi. So er einki eftirlit. Men tað er ikki í tráð við galdandi lóg, at so er.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, varðar av rúsdrekkalógini politiskt.
Hann sigur seg ikki kenna til nakað ítøkiligt dømi um, at øl hevur verið selt alment uttan loyvi, men hevur kortini hoyrt okkurt smávegis tos, sum bendir tann vegin.
?Tað er púra greitt, at slíkt er ólógligt. Og so eigur løgreglan at taka sær av tí, sigur landsstýrismaðurin.
Í løtuni er einki, sum bendir á, at nakað verður gjørt politiskt við hetta málið, sigur Bjarni Djurholm. Sitandi samgonga hevur ikki viðgjørt rúsdrekkalógina yvirhøvur, hóast hon, eins og aðrar lógir, eisini eigur at verða endurskoðað regluliga.
Men hann vísir á, at hann tvær ferðir fyrr hevur roynt at gjørt broytingar í rúsdrekkalógini, soleiðis at júst hetta við at selja øl alment kann fáast undir skipað viðurskifti. Men hvørgu ferðina fekst politiskur meiriluti fyri uppskoti hansara, sigur Bjarni Djurholm.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann kundi hugsað sær, at tað, tá størri almenn tiltøk eru, skuldi borið til at selt eitt nú øl skipað soleiðis, at onkur, sum frammanundan hevur skeinkiloyvi, sleppur at standa fyri søluni. So einfalt heldur hann, at hetta málið kann loysast, sigur Bjarni Djurholm.










