Tað var upprunaliga danska el-fyritøkan Louis Poulsen, sum lat upp deildina í Føroyum í 1985.
Í 1989 keypti Louis Poulsen heilsølubygningin hjá Kartna Winther við Staravegin. Tá arbeiddu umleið 10 fólk í fyritøkuni. Men tá fíggjarkreppan kom fyrst í 90-unum, varð bygningurin við Staravegin seldur, og flutt varð oman aftur í R.C. Effersøesgøtu.
Í 2007 var el-tekniska deildin hjá Louis Poulsen løgd saman við donsku heilsølufyritøkuni
Lemvigh Müller, og deildin í Føroyum skifti navn til Lemvigh-Müller. Louis Poulsen og
Lemvigh-Müller eru tvær gamlar fyritøkur, sum báðar vórðu stovnaðar í 1800-talinum.
Stjórin í føroysku deildini hjá Lemvigh-Müller er danin Christian P. Christensen, sum hevur búð í Føroyum síðan 1984. Eftir at hava arbeitt hjá Louis Poulsen í Danmark í seks ár fekk hann starv hjá elfyritøkuni Leif Mohr í Havn 1. oktober 1984. Síðan januar 1986 hevur hann verið stjóri í deildini í Føroyum, sum í 2007 skifti navn frá Louis Poulsen til Lemvigh-Müller.